Ongi úrslit

Hakin settur í fyri nýggju Glyvra kirkju

Hetta – at tit nú eru komin so langt sum til at tað heilt ítøkiliga arbeiðið við at byggja nýggju kirkjuna er byrjað – er ikki bara ein stórur dagur fyri Glyvra kirkjusókn, hetta er ein stórur dagur fyri alla fólkakirkjuna, segði landsstýrismaðurin Eirikur í Jákupsstovu

© Myndir: Hilmar Jan Hansen
Almenna- og mentamálaráðið
8 tímar síðan

Í gjár var hátíðardagur á Glyvrum, tá hakin varð settur í fyri nýggju kirkjuni á Glyvrum. Eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður luttók og bar fram røðu, sum til ber at lesa niðanfyri:

Eg vil fegin takka fyri at hava fingið høvið at vera við til hendan stóra dagin hjá tykkum, nú skyldmaðurin – hann og mamma mín eru systkinabørn – Hans Jacob Lamhauge, sum í so mong ár hevur stríðst fyri at gera hesa stórfingnu verkætlanina til veruleika, setti hakan í til nýggja kirkju á Glyvrum.

Hetta – at tit nú eru komin so langt sum til at tað heilt ítøkiliga arbeiðið við at byggja nýggju kirkjuna er byrjað – er ikki bara ein stórur dagur fyri Glyvra kirkjusókn, hetta er ein stórur dagur fyri alla fólkakirkjuna. Hetta er nevniliga fyrsta ferð síðani, at málsøkið varð yvirtikið, at farið verður undir at byggja eina nýggja kirkju í Føroyum.

Eg veit, at tað ikki hevur verið nøkur einføld tilgongd – ikki nakað lætt stríð – at koma so langt, tí tað eru ikki færri enn 20 ár síðani, at táverandi Stiftsstjórnin bleiv sannførd um at sleppa øllum ætlanum um at gera størri ábøtur á verandi kirkju og gjørdi av, at tað einasta rætta var byggja nýtt.

Tá mundu longu vera fleiri ár síðani, at tit her inni vóru komin til ta niðurstøðuna.

Tað eru jú sera nógv viðurskifti, sum skulu ganga upp, áðrenn tað er forsvarligt at fara undir eitt so stórt og kostnaðarmikið arbeiði, sum eina nýggja kirkju. Sjálvandi eru fleiri ásýniligir varðar eftir á leiðini, men tað er heilt greitt týdningarmesti varðin higartil, sum vit standa við í dag.

Eitt, sum eg havi heft meg við, og sum fyri mær at síggja er sera dámligt, er tann umfatandi og virðismikla skipanin við sjálvbodnum arbeiði at gera ein part av byggingini. Sjálvt um nakrar milliónir – eg haldi tað í fíggjarætlanini liggur millum tvær og tríggjar milliónir – eru nógvir pengar, so hugsi eg, at peningaliga virðið av hesum sjálvbodna arbeiðinum er minsti parturin av virðinum, sum fer at liggja í tí.

Eg eri vísur í, at hetta, at so nógv fólk hava boðið sær til at geva sína tíð, sína fakligheit og sína orku til at gera hendan dreymin til veruleika, av álvara fer at vera við til at kjølfesta nýggju kirkjuna millum fólkið.

Hjartaliga til lukku til tykkum øll við at vera komin her til. Takk fyri høvið og løtuna. Og Guds signing við arbeiðinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34