Håkan ynskir at býta landskappingina upp í tvey

Var tað upp til landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, so bleiv føroyska landskappingin deild upp í eitt grundspæl og eitt endaspæl. – Toppliðini høvdu spælt meira týðandi dystir, og tað hevði eisini lyft støðið hjá einstøku leikarunum og harvið eisini landsliðið, sigur landsliðsvenjarin

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
12. september 2022 kl. 12:00

– Vit hava brúk fyri, at føroysku toppliðini spæla meira týðandi dystir. Gjørdu tey tað, so hevði tað eisini lyft støðið hjá einstøku leikarunum, sum eisini hevði komið landsliðnum til góðar, sigur Håkan Ericson, sum á tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun kunngjørdi landsliðshópin til dystirnar móti Litava og Turkalandi seinni í mánaðinum.

Landsliðsvenjarin leggur upp til, at føroyska landskappingin verður deild upp í tvey, soleiðis sum vit kenna tað frá donsku superliga´ini.

– Eg síggi fyri mær, at føroyska landskappingin fer at hava eitt grundspæl og so eitt endaspæl, so høvdu vit havt fleiri týðandi toppdystir. Dysturin millum Víking og KÍ í Serpugerði í gjár var eitt gott dømi um júst hetta. Leikferðin var høg, og tað var dystur um hvønn bólt. Í tílíkum dystum verður tú noyddur at hugsa skjótari og taka skjótar avgerðir. Gert tú ikki tað, so verður tú revsaður beinavegin, sigur Håkan Ericson.

Landsliðsvenjarin vísir á, at skal landsliðið gerast betur, so er neyðugt, at leikararnir, sum spæla í føroysku deildini, spæla á einum hægri støði.

– Nú er hetta mín persónliga meining, og eg veit, at tað eru liðini og FSF, ið eiga hesa avgerðina, men skal støðið lyftast á føroyska landsliðnum, so er avgjørt nakað, ið eigur at verða tikið upp til umhugsan, sigur landsliðsvenjarin.

– Enn er eitt sindur upp til tey bestu landsliðini, og vit hava enn trupulleikar, tá tey stóru landsliðini spæla upp til sítt besta, men koma lið hendanvegin – og ikki taka okkum í álvara, so kunnu vit býta frá okkum. Tí haldi eg, at vit hava fleiri týdningarmiklar dystir í føroysku kappingini, slær landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, fast.  

Dystirnir móti Litava og Turkalandi eru teir seinastu í hesari undankappingini. Men tað verður ein landsliðssamling afturat í november, ið helst verður mannað við leikarum úr føroysku deildini, sum vit kanska ikki hava sæð so nógv til á landsliðnum, tá A-landsliðið skal spæla tveir venjingardystir.

Sum skilst verður annar dysturin úti móti Kekkia, men tað er ikki váttað enn. Arbeitt verður eisini enn við at fáa hitt liðið upp á pláss, hoyra vit úr FSF-húsinum í dag.