Håkan hevur gjørt tvær broytingar

Brandur H. Olsen er á sentrala miðvøllinum saman við Jákupi B. Andreasen

Jóannes Hansen
12. oktober 2023 kl. 18:48

Tað verður av álvara talt niður. Eftir regntungan dag er tað slitið í, og klokkan 19.45 fer niðurlendski dómarin at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har Pólland er gestur. Tá ið Pólland 7. september hevði vitjan av Føroyar, endaði tað við 2-0 heimasigri. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, og tvífaldur málskjútti var Robert Lewandoski. Fyrra málið skoraði hann við brotssparki í 73. minutti, og tað seinna skoraði hann í 83. minutti. Lewandowski er skaddur og ikki við á pólverska liðnum í kvøld.

Håkan Ericson hevur gjørt tvær broytingar á føroyska liðnum, tá ið sammett verður við teir fyrstu ellivu fyri einum mánaða síðani. Gilli Rólantsson Sørensen er skaddur, og á vongverjanum í høgru í kvøld er René Shaki Joensen. Í miðverjuni avloysir Gunnar Vatnhamar Sonna Ragnar Nattestad, og Brandur H. Olsen er nýggjur sentralur miðvallari.

 

Føroyar – Pólland kl. 19.45

Dómarabólkur úr Niðurlondum: Allard Lindhout, Rogier Honig, Patrick Inia og Jannick Van Der Laan (4. dómari)

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Jóan Símun Edmundsson