Håkan Ericson: Skulu brúka venjingardystirnar til at finna eina nýggja spæliætlan

Stóri spælskiparin á føroyska landsliðnum, Brandur Hendriksson Olsen, er langtíðarskaddur, og tí skulu venjingardystirnir móti Gibraltar og Liktinstein brúkast til at finna eina nýggja spæliskipan, har renniorkan á landsliðnum skal gagnnýtast betur

Håkan Ericson til landsliðsúttøkuna í dag. (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
14. mars 2022 kl. 11:40

Tíðindafundur var í morgun í FSF-húsinum, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til landsdystirnar móti Gibraltar og Liktinstein

Í morgun var tíðindafundur í FSF-húsinum í samband við venjingardystirnar móti Gibraltar og Liktinstein ávikavist leygardagin, 26. mars, og týsdagin, 29. mars.

Mads Boe Mikkelsen er nýggjur maður í hópinum. Hann skifti í vetur úr HB til KÍ og hevur spælt inni teir fyrstu dystirnar fyri teir bláu úr Klaksík.

Tíðindafundurin bar brá av, at Brandur Hendriksson Olsen og Jóan Símun Edmundsson er skaddir. Brandur restina av árinum, meðan enn er óvist, hvussu leingi Jóan Símun er úti við ryggskaða.

Eisini er tað steinur omaná byrðu, at ein hugsandi avloysari fyri Brand, Tróndur Jensen, eisini er skaddur í knænum, og tí ikki kann vera við. Eisini er óvist, hvussu leingi Tróndur er úti við skaða.

Tí manglar føroyska landsliðið ein veruligan spæliskipara á liðnum, og tað kemur ávirka, hvussu landsliðið kemur at spæla – við tanka til Nations League-dystirnar móti Turkalandi, Litava og Luksemborg í juni, og tí heldur Håkan Ericson, at venjingardystirnir móti Gibraltar og Liktinstein skulu brúkast til at gera nakrar broytingar, hvussu føroyska landsliðið skal spæla uttan stóra spæliskiparan úr Skálavík.

– Vit eru í holt við fyrireikingarnar til komandi Nations League-kappingina, har vit kunnu vænta okkum at hava bóltin meira, tí kemur tað dátt við, at Brandur Hendriksson Olsen er skaddur, tí hann hevur nógv at siga, hvussu landsliðið spælir. Tí skulu vit justera okkara spæliskipan nakað, og tað skulu vit millum annað brúka komandi venjingardystirnar til, sigur landsliðvenjarin við Dimmalætting.

Håkan Ericson vísur á, at renniorkan, sum hetta landsliðið hevur, skal gagnnýtast betur, og tí skal spæliskipanin broytast eitt sindur, so renniorka og fartur skal brúkast til okkara fyrimun, tá landsliðið skal leypa á.

Leikararnir eru fysiskt væl fyri
Landsliðsvenjarin hevur verið í Føroyum seinastu tíggju dagarnar og tók eisini samanum fyrstu umførini í Betri Deildini, og hvussu støði í føroysku kappingini er, nú kappingarárið er tvey umfør gamalt.

Håkan Ericson hevur lagt til merkis, at liðini eru væl fyri fysiskt, men at spælið til tíðir hevur verið betur, men tað kann vera vegna veðrið, ið spælir inn har, heldur landsliðsvenjarin.

Á tíðindafundinum kom Håkan Ericson eisini inn á, at FSF hevði roynt at funnið eitt mótstøðulið at spæla venjingardyst móti, ið svarar til eitt lið í sama styrki sum Turkaland, men tað hevur víst seg at vera trupult at fáa hetta í lag.

Leygardagin 26. mars klokkan 17 spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar.

Týsdagin 29. mars klokkan 16 spæla Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Spania. 

Hópurin til venjingardystirnar er hesin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur M. Gestsson, HB
Matthias Heðinsson Lamhauge, B36

Verjuleikarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Heri Hjalt Mohr, HB
Viljormur Davidsen, Helsingborg (Svøríki)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne (Norra)
Hørður Askham, HB
Heðin Hansen, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd (Norra)

Miðvallarar/framherjar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Ári Mohr Jónsson, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Ísland)
Petur Knudsen, Lyngby (Danmark)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)