Ongi úrslit

Haiti: Útlendskir leigusveinar drupu forsetan

Løgreglan í Haiti vil vera við, at talan var um útlendskar leigusveinar, teirra millum kolombianskar hermenn og amerikanskar ríkisborgarar, sum mikudagin myrdu forsetan í Haiti

Steinar Patursson
9. juli 2021 kl. 12:05

Tað var eitt herlið av fremmandum leigusoldatum, sum fyrr í vikuni myrdu forsetan í Haiti, Jovenel Moise.

Tað vil løgreglan í Haiti vera við, sambært BBC.

Løgreglan sigur, at talan var um 28 fremmandar leigusoldatar, teirra millum fyrrverandi kolombianskar hermenn.

Flestu teirra vórðu handtiknir eftir skotbardaga við løgregluna, men tríggir teirra doyðu, og átta sluppu til rýmingar.

Taiwanska ambassadan hevur váttað, at 11 teirra vórðu handtiknir á ambassaduni, eftir at teir høvdu tikið seg inn í ambassadugarðin.

Løgreglan arbeiðir framvegis við at finna útav, hví leigusveinarnir vóru komnir til Haiti at beina fyri forsetanum. Forsætisráðharrin í Haiti, Claude Joseph, sum eisini er virkandi leiðari í landinum, nú forsetin er deyður, sigur, at illgruni er um, at forsetin varð tikin av døgum, tí hann royndi at gera enda á stóru korruptiónini, ið valdar í landinum.

Haiti telist millum fátækastu lond í Amerikulondum.

Kolombianska stjórnin hevur váttað, at í minsta lagi seks av teimum handtiknu eru fyrrverandi kolombianskir hermenn.

Løgreglan í Haiti vil eisini vera við, at tveir av teimum handtiknu høvdu dupultan ríkisborgararætt í Haiti og USA, og hóast amerikanska uttanríkisráðið ikki hevur váttað, at amerikanskir ríkisborgarar eru handtiknir, siga fleiri amerikanskir miðlar, at so er.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18