Hagstovan: Føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í Evropa

Av umleið 38.200 fólkum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár, so eru 32.000 fólk partur av arbeiðsfjøldini

Sigurjón Einarsson
24. januar 2022 kl. 11:08

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, er 83,6 prosent, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 85 prosent og hjá kvinnum eitt vet minni, 82 prosent. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum nógv tann størsti í Evropa.

Í mun til fólkatalið, so er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa. Árini frammanundan hevur verið tætt millum Føroyar og Ísland, men nú er munurin øktur munandi hjá monnum – serliga hjá kvinnum, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum nú er 82 prosent, meðan tað hjá íslendskum kvinnum er tað 75 prosent. Í Danmark er hann 66 prosent, meðan ES-miðaltalið liggur á 58 prosentum. Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 33 prosentum.

Hjá mannfólki er Føroyar fremst við einum vinnutíttleika upp á 85 prosent. Síðan kemur Ísland við 83 prosentum, Sveits við 80 prosentum og Svøríki við 76. Miðaltalið fyri tey 27 ES-limalondini er 69 prosent.

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum, so er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara trý prosentstig á muni, átta prosent í Íslandi. Í miðal fyri tey 27 ES-londini, so er munurin níggju prosentstig.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Evropa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.