Ein hægstirættardómari í Brasilia hevur ógildað dómin móti fyrrverandi forsetanum Lula, ið var dømdur fyri mutur, og hevur sent dómin aftur til ein dómstól.
Tað kemur fram í rættarskjølum, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið innlit í.
Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.
Avgerðin merkir, at fyrrverandi forsetin hevur vunnið rættin til at stilla upp í politiskum høpi, og merkir millum annað, at hann nú kann stilla upp til komandi forsetaval komandi ár, ynskir hann at gera tað.
Lula, sum hann vanliga verður róptur í Brasilia, var landsins forseti frá 2003-2011.
Hann er enn ein nógv avhildin politikari, og tað er hann serliga millum tey fátæku í landinum.
Tann 75-ára gamli Lula varð annars dømdur 13-ára fongsulsrevsing fyri muturgølur, og fór inn at sita í apríl 2018, men bleiv longu leyslatin í endanum av 2019.
Fyrsti dómurin forðaði hansara møguleikum at stilla upp til forsetavalið í 2018. Hóast sín dóm, so hevði hann, sambært veljarakanningum, havt góðar møguleikar at vinna á høgrasinnaða valevninum, Jair Bolsonaro, sum vann og gjørdist forseti í Brasilia.
Lula hevur ongantíð viðurkent sínar gerðir, sum hann varð dømdur fyri, har hann millum annað bleiv mutraður av byggifelag, sum afturfyri fekk sáttmálar við ríkisoljufelagið, Petrobras.