Talið á onglendingum og walisum, ið doyðu orsakað av rúsdrekkamisnýtslu, var í 2020 tað hægsta, ið tað hevur verið seinastu 20 árini, vísa tøl frá bretska hagtalsstovninum, Office for National Statistics, sum eisini staðfesta, at talan var u mein vøkstur á 20 prosent frá árinum frammanundan.
7423 fólk lótu lív í Onglandi og í Wales í fjør orsakað av rúsdrekkanýtslu teirra, sigur BBC, og talið á deyðum øktist frá mars mánaði og frameftir, tá samfelagið í Stórabretlandi so at siga stongdi, tí korona kom til landið.
Bretski hagtalsstovnurin lýsir alkoholdeyðar sum deyðar, ið beinleiðis standast av alkoholmisnýtslu.
Hagtalsstovnurin ger eisini greitt, at flestu deyðarnir stóðust av langtíðar misnýtslu av alkoholi.
Hagtalsstovnurin ger eisini greitt, at 80 prosent av teimum deyðu doyðu av livrasjúku orsakað av alkoholmisnýtslu, 10 prosent doyðu sum avleiðing av sálarsjúku orsakað av alkoholmisnýtslu, meðan seks prosent doyðu av forgiftning.
Tvífalt so nógv mannfólk doyðu av alkoholmisnýtslu í 2020 enn konufólk, og tað býtið er óbroytt frá árunum frammanundan, og mannfólk frá fátøkum økjum høvdu fýra ferðir størri sannlíkindi at doyggja av alkoholi enn mannfólk frá ríkastu økjunum.
BBC sigur, at farna árið hava fleiri vælgerandi felagsskapir og heilsuserfrøðingar víst á, at broyttir drekkivanar sum avleiðing av koronustongslinum kunnu føra til eina øking av fólki, ið verða bundin av alkoholi.
- Síðan farsóttin byrjaði, hava fleiri milliónir drukkið so nógv, at tað setir tey í vanda fyri at vera bundin og at fáa álvarsamar heilsustøður, ið kunnu vera lívsvandamiklar, sigur Julia Sinclair, professari á deplinum fyri misnýtslu á Royal College of Psychiatrists.