Filmsvinnan er ein blómandi vinna í Íslandi, og tey liggja heldur ikki sjóvarfallið av sær. Størstu framleiðslufeløg í Íslandi hava eftirlýst eitt stað, har ídnaðurin veruliga kann spíla seg út, og býráðið í Hafnafirði hevur bitið á krókin og gav í gjár REC Studio loyvi til at byggja eitt filmstudii, sum verður 90.000 fermetrar til støddar.
Rósa Guðbjartsdóttir, borgarstjóri í Hafnarfirði, sigur við íslendska RÚV, at hetta er júst tað, ið býurin hevur manglað.
– Vit eru sera fegin um hesa verkætlan. Hetta er júst tað, ið vit hava manglað. Hetta er nakað fyri tey ungu og tey, sum eru í holt við at útbúgva seg innan hesa skapandi listagrein, sigur hon.
Eisini sigur hon, at filmsídnaðurin í Íslandi er í blóma og vónar, at nýggja filmstudiið í býnum fer at geva arbeiði til fólk í hundraðtali, umframt økt virksemi og uppmerksemi fyri Hafnafirði sum býi.
Umframt REC Studio, so fara væntandi onnur stór framleiðslufeløg í Íslandi, sum til dømis Saga Film, Pegasus, Frostfilm og Truenorth, sum millum annað var í Føroyum og skipaði fyri, tá upptøkurnar til James Bond-filmin “No Time To Die” vórðu gjørdar í Kalsoynni.
Birgir Kruse til frumframførsluna av 25. James Bond-filminum "No Time To Die" í Havnar Bio (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Eftirlýsti eitt føroyskt framleiðslu- og staðarupptøkufelag
Í samband við frumframførsluna av James Bond-filminum “No Time To Die” í Føroyum á heysti í 2021, eftirlýsti filmsummælarin og bloggarin Birgir Kruse eitt føroyskt framleiðslu- og staðarupptøkufelag.
– Sum nú er, so er að eitt íslendskt felag, ið skúmar róman av at bjóða Føroyar fram fyri útlendskum filmsframleiðarum, segði hann í samrøðu við Dimmalætting tá.
Tað ørkymlaði Birgir Kruse, at nýggi og óslípaði gimsteinurin í Norðuratlantshavi, Føroyar - sum er í harðari lokatiónkapping við Írland og Strandanoreg - verður borðreiddur av íslendska True North, sum veitir tænastuna, og ikki einum lokalum framleiðslu- og lokatiónfelag, sum í størri mun er staðbundið, og hevur eina játtan ikki bara at liva av, men støðugt er við at menna møguleikar, sum draga framleiðslufeløg higar.
– Her er ein risa uppgáva hjá heimligu vinnumyndugleikunum, tí hetta setur nýggj krøv til Mentamálaráðið og stuðul til filmsframleiðslu, sum í síðsta enda kann geva stórt avkast til landið, heldur Birgir Kruse.