Hví hækka botnfrádráttin?
Tað økir um keypiorkuna hjá lágløntum og lesandi
Tað styrkir og kveikir hugin at fáa sær frítíðararbeiði
Vit gerast kappingarfør við Danmark - varðveita okkara ungu í Føroyum
Tað gevur okkara ungu fleiri arbeiðsroyndir -Tað fær fleiri føroyingar á arbeiðsmarknaðin
Tað fer at loysa seg betri at arbeiða
Hvussu gera vit tað?
Botnfrádrátturin er tann upphæddin í inntøkuni, sum tú ikki rindar skatt av. Í landsskattinum ber til at tjena 65 tús. kr., áðrenn byrjað verður at rinda skatt. Her skal kommunan sjálvandi javnsetast.
Í Danmark er eisini hægri botnfrádráttur (50 tús. Kr). Tað kann ikki vera rætt, at tað skal loysa seg betur at vera ungur við frítíðarstarvi í Danmark enn í Tórshavn.
Ítøkiliga skulu vit: Hækka botnfrádráttin úr 30.000 til 65.000 kr. í kommunuskattinum. So ber til at tjena 5.400 kr. í staðin fyri 2500 kr. um mánaðin skattafríar.
Hetta hevði givið ein og hvørjum skattgjaldara 7 tús. Kr. í skattalætta árliga. Tað hevði gjørt mun!