KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Tað er við gleði, at KÍ kann almannakunngera, at felagið hevur sett norðmannin Haakon Lunov sum høvuðsvenjara næstu trý árini.
Nevndin í KÍ hevur arbeitt við at finna nýggjan venjara í eina tíð, eftir at Magne Hoseth skifti til Lyngby. Og nú er sáttmáli gjørdur við norska venjaran Haakon Lunov. Talan er um ein venjara við royndum í norskum fótbólti.
Haakon Lunov, sum hevur UEFA A Pro Licence venjara útbúgving, hevur verið venjari og hjálparvenjari í bestu og næstbestu deildunum í Norra, hann hevur arbeitt við spælaramenning í bæði Celtic og í akademinum hjá Everton FC og hann er útbúgvin Bsc í vísindum og fótbólti. Nýggi KÍ venjarin hevur vitjað við Djúpumýru fyrr, tað var tá ið hann tók UEFA A Pro Licence útbúgvingina. Hann var í bólki saman við Mikkjali Thomassen, og tá vóru teir tríggjar dagar í Klaksvík til venjingar hjá KÍ, sum Mikkjal stóð fyri, og tí er ikki óhugsandi, at summir spælarar heilsaðu upp á Haakon Lunov tá.
Nýggi venjarin er eisini við í tekniska toyminum hjá UEFA sum eygleiðari og greinari, og hann skrivar teknisku frágreiðingarnar frá Champions League og Evropa League.
- Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fara í gongd. Og 30. januar fer KÍ hópurin á venjingarlegu í Portugal sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, sum fer í gongd í mars.
Sáttmálin við Haakon Lunov er galdandi í trý ár, skrivar KÍ í kvøld.