Dagurin í dag verður í Hoyvík ivaleyst brúktur til at taka sær av løttum. Í øllum førum hjá teimum, sum vóru við til at hátíðarhalda meistaraheitini, sum kvinnu- og mansliðini hjá H71 vunnu felagnum í gjár.
Hjá monnum er tað ikki so óvanligt, at liðið vinnur FM, tí hetta var sættu ferð, at menninir hjá felagnum gjørdust meistarar, men hjá kvinnunum var tað hinvegin fyrsta FM-heitið, sum felagið fekk fatur á.
Og tað er rættiliga sjáldsamt av teirri orsøk, at tað bara eru fimm ár síðan hoyvíkskvinnur fluttu upp í bestu deildina.
Í heila tikið hevur hetta árið verið rættiliga serligt fyri H71-kvinnurnar, tí tær gjørdu av álvara hol í sjógvin, tá tær spældu seg heilt í fjórðingsfinaluna í EHF European Cup, har tær á heimavølli taptu við einum máli móti ukrainska liðnum HC Galychanka Lviv. Útidysturin varð ongantíð spældur, tí ófriðurin í landinum var byrjaður, áðrenn H71 kom inn í landi, og tí fóru tær ikki inn, og tað hevði við sær, at H71 tapti uttan dyst.
H71-kvinnurnar vóru eisini í steypafinaluni, sum tær tó taptu móti Kyndli, men í FM-finalunum var eingin ivi um, hvat av liðunum var sterkari. H71 vann í gjár sín triðja sigur í røðini, 27-18, og harvið FM fyri fyrstu ferð.
Hjá monnunum var støðan á leið tann sama sum hjá kvinnunum. H71 hevur verið so øgiliga nógv sterkari enn hini liðini, og tað er komið serliga væl til sjóndar í finalurøðini, har tað í teimum báðum fyrstu dystunum var talan um reinar stórsigrar.
Heilt so galið varð tað ikki í gjár, men KÍF hevði alt ov lítið at koma við til at tað kundi gerast spennandi, og tí endaði tað sum tað gjørdi við einum fimm málssigri til H71, 29-24.
Hetta hevði við sær, at menninir eisini gjørdust meistarar í gjár, og so kundi tann heilt stóra veitslan byrja.
Myndamaðurin hjá Dimmalætting, Jens Kristian Vang, var á staðnum í gjár og hann tók hesar myndirnar frá báðum dystunum. Gaman í er tað ein løta síðan dystirnir endaðu, men myndirnar eru kortini áhugaverdar fyri tað.
Vit lata myndirnar - frá báðum dystunum - tala fyri seg: