H71 takkaði fyri seinast

Kvinnurnar í Hoyvík vunnu sannførandi finalusigur ímóti Kyndli, sum í fjør vann finaluna ímóti H71

Jóannes Hansen
25. februar 2023 kl. 18:05

H71 er steypavinnari fyri kvinnur í hondbólti. Finalan var ímóti Kyndli, og úrslitið var 33 – 25. H71 levði bragdliga fyri, og H71 var støðugt á odda. Eftir fyrra hálvleik var munurin fimm mál. Stóran part av seinna hálvleiki minti gongdin nógv um hana, sum hevði verið í fyrr hálvleiki. Men tær í Kyndli vístu framúr hugburð í seinna hálvleiki, og síðstu løtuna spøkti møguleikin fyri, at endin fór at verða heilt spennandi, tá ið Kyndil minkaði um munin til trý mál.

Men so svaraði H71 aftur, og tá ið dómararnir bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 31 – 27.

Sigurin var serliga søtur hjá H71, tí í fjør vóru tær í H71 ógvuliga vónbrotnar, tá ið tað eftir ikki so serliga sannførandi avrik taptu júst ímóti Kyndli.

Í dag vóru tær í H71 ógvuliga uppsettar. Tær løgdu seg beinanvegin á odda, og við Janu Mittún og Mariu Halsdóttir Danielsen sum undangongukvinnum í álopsspælinum og góðum avriki í verjuni, var sigurin sannførandi.

Hjá Kyndli var Turið Arge Samuelsen ógvuliga eyðsýnd. Hon var støðug hóttan við langskotum, hoppskotum og gjøgnumbrotum, og so megnaði hon ferð eftir ferð at spæla strikuspælaran leysan.

Hetta er triðja ferðin, at H71 kvinnurnar vinna steypafinaluna. Áður hava tær vunnið steypafinalurnar í 2020 og 2021.