H71 spæla ímóti eysturríkskum mótstøðuliðið í kvøld

Í kvøld skulu H71 kvinnur spæla ímóti eysturríkska mótstøðuliðnum, SC Ferlach, í European Cup. Talan er um fyrra dystin av tveimum

(Mynd: h71.fo).
Kristian Waag Dam
14. oktober 2022 kl. 15:42

Í kvøld skulu H71 kvinnur spæla ímóti eysturríkska mótstøðuliðnum, SC Ferlach, í European Cup. Talan er um fyrra dystin av tveimum. Báðir dystirnir vera leiktir í Eysturríki – tann fyrri verður í kvøld, fríggjakvøld klokkan 18, og tann seinni í annaðkvøld klokkan 18.

H71-kvinnurnar høvdu eina venjing í Ballspielhalle Ferlach í gjárkvøldið, og tað er høllin, ið hýsir dystunum báðum.

Sambært heimasíðuni hjá H71, so hevur veðrið í Eysturríki verið av tí besta, so kvinnurnar hava annars tikið sær av løttum og havt gott samanhald dagarnar í Ferlach.

H71 er favorittur

Hjá veddingarfyritøkum er H71 favorittur, men av tí at torført er at meta um styrkina hjá SC Ferlach, ið fyri fyrstu ferð spælir evropeiskar dystir og bara síðan 2019 hevur verið í bestu kvinnudeildini í Eysturríki, byggja oddsini helst á úrslitið hjá føroysku kvinnunum í fjør.

Tá megnaði H71 at koma heilt í fjórðingsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, men vandin fyri kríggi í Ukraina steðgaði europeiska ævintýrinum tá.

Ikki av kendastu hondbóltsfeløgum

Mótstøðuliðið í kvøld er ikki av kendastu hondbóltsfeløgum í Eysturríki. SC Ferlach, sum er sett á stovn í 1963, er heimahoyrandi har suðuri í Eysturríki, nærhendis Klagenfurt. Talan er um eitt felag, ið hevur fýra virkisøki, sum umframt hondbólt eru flogbóltur, karate og frítíðar- og heilsuítróttur, ið fevnir um renning, róður, svimjing, gongu og annað.

Hondbólturin er størsta greinin í felagnum, og kvinnurnar vunnu bronsu síðsta kappingarár, men vóru tó langt aftan fyri tey bæði fremstu liðini. Meistari var kendasta liðið í Eysturríki, Hypo Niederösterreich, og WAT Atzgersdorf vann silvur. SC Ferlach hevði í meðal 79 áskoðarar til sínar heimadystir.

Stóra stjørnan á liðnum er kroatiski vinstribakkurin, 26 ára gamla Dorotea Prevendar, sum var kosin ársins útlendingur í bestu kvinnudeildini í Eysturríki í fjør. Hon var toppskjútti við 154 málum í 22 dystum, harav 35 brotskøst.

Eisini gjørdi slovenski strikuspælarin, 22 ára gamla Luna Voncina, vart við seg sum sættbesti málskjútti við 127 málum, harav 10 vóru brotskøst. Annars er ikki nógv at frætta um okkara komandi mótstøðulið.

Kelda: h71.fo