H71 kvinnuliðið er hetta vikuskiftið í Spania, har tveir dystir eru á skránni ímóti Atletico Guardés. Tann fyrri var klokkan 18 í kvøld, og tann seinni verður sunnukvøldið klokkan 18. Tá ið fyrri hálvleikur var liðugur í kvøld, var støðan 18-12 til Atletico Guardés, og tá tóktist spurningurin bara at vera, hvussu risastórur heimasigurin í kvøld fór at verða, og harvið at dysturin í annaðkvøld fór at vera avgreiðsluspurningur.
Í fyrra hálvleiki var avrikið hjá H71 lítið sannførandi. Talan var um nógv persónlig mistøk bæði í álopi og verju, og álopsspælið við ongum málverja kostaði fleiri mál til mótstøðuliðið.
Eftir steðgin stóð H71 seg nógv betur. Sjálvsálitið vaks støðugt, verjuspælið var meiri sannførandi, fleiri mál vórðu skorað í skjótum mótálopum, og í álopsspælum gekk tað skjótari og nevyari fyri seg.
Tá ið tað restaðu sjey sekund økti heimaliðið um munin til 34 – 30. So tók føroyski venjarin steðg í spælinum, og tá ið spælið varð tikið uppaftur, eydnaðist tað Janu Mittún at senda bóltin upp í nettakið. Talvan vísti 34 – 31 eftir síðsta bríksl, og tað ber við sær, at møguleikin hjá H71 at vinna seg víðari er ikki burtur. Serliga tá ið havt verður í huga, hvussu nógv betri avrikið í seinna hálvleiki í kvøld var, enn tað var í fyrra hálvleiki.
Jana Mittún var ein av teimum, sum í fyrra hálvleiki gjørdi fleiri mistøk. Í seinna hálvleiki spældi hon seg av álvara upp. Hon varð toppskjútti við 12 málum, og fleiri ferðir skoraði hon eftir gjøgnumbrot í eyðkenda lagnum.
H71 - Atletico Guardés 31 – 34 (12 – 17)
Málverjar: Rúna Larsen og Alda av Skarði
Jana Mittún 12, Guðrið á Borg 5, Lukka Arge 4, Vár Bentsdóttir 2, Maria H. Weyhe 2, Christina Arge 2, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Marita Mortensen 1, Lív Bentsdóttir 1, Elsa Egholm, Brynhild Pálsdóttir, Bjørk Brimnes, Inga Maria Joensen, Sara Jacobsen
Á beinkinum: Simon Olsen, Djóni Gaard Joensen, Alexander Lein Martinsen, Sebastian Christensen