H71 og VÍF vunnu greiðar sigrar

KÍF hongur í

Dan Lamhauge
22. november 2020 kl. 22:25

Tríggir dystir í Burn deildini hjá monnum vórðu leiktir í dag.

Á Hálsi í Havn møttust oddaliðið H71 og nummar trý, Neistin. Talan gjørdist um ein púra javnan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at vera omaná. Í hálvleikinum stóð eisini á jøvnum 13-13. Gestirnir úr H71 komu betur út til seinna hálvleik og løgdu seg á odda. Leiðsluna hildu teir allan dystin, sum H71 at enda vann greitt 26—31. Tí er H71 enn oddalið, meðan Neistin framvegis er á triðja plássi.

Fyri Neistan skutu Søby og Kragesteen 7 mál hvør. Hjá H71 gjørdist Rói á Skipagøtu toppskjútti við 12 málum.

Í Klaksvík tók Team Klaksvík móti VÍF. Vestmenningar løgdu bragdliga fyri, tí tá leiktir vóru 17 minuttir, stóð 3-10 á máltalvuni. Dysturin endaði 27-41 til VÍF, so komandi vikuna noyðast teir í Team Klaksvík at arbeiða við verjupartinum. VÍF er næstfremst í Burn deildini, meðan Team Klaksvík er nummar fimm.

Fyri VÍF skoraði Jojic 11 mál, meðan Vukanovic fekk 7 mál fyri heimaliðið.

Seinasti dysturin varð leiktur í høllini í Kollafirði. StÍF hevur fingið eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið. Ofta megna teir at hanga í stóran part av dystinum, men tá avgerðin skal falla, so koppar tað skeiva vegin. Soleiðis var eisini í dag. Tá ið 12 minuttir vóru eftir av dystinum, stóð á jøvnum 21-21. So skrædnaði hjá StÍF og alt í einum høvdu kollfirðingar lagt seg á odda 28-21 og dysturin var avgjørdur. Endaliga støðan gjørdist 29-25 til KÍF. Við sigrinum eru kollfirðingar nú 4 stig framman fyri Team Klaksvik. StÍF er næstaftast.

Bliznov skoraði 10 mál fyri KÍF. Hjá strandingum gjørdist Pætur Johansen toppskjútti við 8 málum.