H71 hevur avgjørt at kæra avgerðina hjá aganevndini í EHF, har aganevndin kom fram til, at kvinnurnar hjá H71 skulu tapa fyrra Europa Cup-dystin, sum eftir ætlan skuldi spælast í Lviv í Ukraina, 10-0 og missa tvey stig.
Tað skrivar H71 á heimasíðu sínari.
H71 grendgevur i kæruni, at alt hetta málið má síggjast sum “force majeure”, sum í stuttum merkir “óforútsæddar umstøður, ið forða fyri, at tað ætlaða ella avtalaða kann gjøgnumførast”.
– Høvuðsorsøkin til kæruna er, at tað nú er greitt, at H71 er einasta hondbóltsfelag uttan fyri Ukraina, Russland og Hvítarussland, sum fær ta lagnu at verða tveitt út úr europeiskari kapping, uttan at sleppa at spæla útsetta dystin frá 13. februar, sigur Anna Dam, forkvinna í H71, við heimasíðu felagsins.
Hon vísir í kæruni á, at EHF hevur viðgjørt H71 grundleggjandi øðrvísi enn onnur feløg, tí dagin eftir at H71 skuldi havt spælt í Ukraina, avlýsti EHF dystin millum ukrainska HC Motor Zaporozhye og franska PSG, ið skuldi verið spældur nakrar dagar seinni, tí støðan í Ukraina var ótrygg.
Eingin samanhangur í
– Tað er eingin samanhangur í einum argumenti frá EHF, ið sigur, at tað er trygt at spæla í Ukraina sunnudagin 13. februar, men at mánadagin 14. februar, hevur EHF eina heilt aðra støðu og tá tekur stúranina hjá einum stórum felag í álvara, hóast politiska støðan var púra óbroytt millum 13. og 14. februar, sigur Anna Dam.
– Tvørturímóti verða vit í H71 revsað fyri, at EHF ikki í tøkum tíma hevur tikið neyðugu stigini. Og sjálvt um vit eru eitt lítið felag í Norðuratlantshavi, kenna vit okkum noydd at tala at og kæra, so EHF hevur ein møguleika at rætta upp órættin, ið vit síggja sum eina misskiljing av løgfrøðiligum hugtøkum og skyldum til ikki at gera mun á.
H71 vísir í kæruni á, at tað ongantíð kann vera rætt, at felagið skal ábyrgdast fyri, at støðan blásti seg upp í Ukraina, so tað ikki var trygt at fara inn í landið at spæla ein hondbóltsdyst – sum EHF jú í veruleikanum longu hevur viðgingið við at taka neyðug stig í sambandi við millum annað Champions League-dystin hjá PSG.
Eingin møguleiki fyri semju
Søgan er í stuttum tann, at H71-hópurin fer úr Føroyum fríggjadagin 11. februar við kós ímóti Warszawa, og tá komið var fram til Polands, komu boð frá uttanríkisráðnum um, at mælt varð frá at halda fram við ferðini til Ukraina, tí støðan har var so óstøðug. Síðani varð tingast óført við bæði ukrainska felagið og EHF, men uttan at nakað kom burturúr.
Endin var, at H71 sunnukvøldið 13. februar fór heimaftur til Føroya.
Heimasíðan hjá H72 skrivar, at samskiftið millum partarnar hevur týðiliga víst, at H71 vísti vilja og hugflog til at fáa loyst málið, men at sami vilji als ikki var at síggja frá ukrainum. Eisini, tá ið skotið varð upp, at dysturin millum liðini í Føroyum skuldi vera tann eini og avgerandi, vóru ukrainar ímóti.
Kunnu spæla í Kekkia
Einasta, HC Galychanka Lviv hevur toygt seg til undir allari tilgongdini, er, at dysturin kundi spælast í Kekkia, og nú hevur H71 tikið ukrainska felagið upp á orðið og sagt seg vilja spæla dystin í Kekkia 23. ella 24. mars, og at samlaði vinnarin so kann spæla hálvfinalu ímóti spanska Rocasa Gran Canaria 26. ella 27. mars.
– Vit eru enntá sinnað til at skipa fyri øllum í sambandi við dystin í Kekkia, umframt at rinda allar útreiðslur í tí sambandi, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.
– Fýrakantaða fatanin hjá aganevndini hjá EHF er, at av tí at bólkaspælið skal vera liðugt 14. februar, ber ikki til at útseta dystin, men bara at gera av, hvør vinnur hann. Hesum skilja vit heldur einki av, tí lutakastið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum, hevur langt síðani verið, so tað ávirkar einki annað, um vit fáa avgreitt dystin nú.