H71 hevur skift venjara

Hondbóltur kvinnur: Fyrri dysturin á Europa ferðini í Spania verður í kvøld

Jóannes Hansen
14. januar 2023 kl. 11:04

Kvinnuliðið hjá H71 er um vikuskiftið suðuri á Iberisku hálvoynni í Europa Cup ørindum. Talan er um 1/16 finalu í EHF Cup. Mótstøðuliðið er ikki hvat sum helst. Talan er um spanska stórfelagið Atletico Guardés, sum er har vesturi í landinum, ikki so langt frá markinum til Portugal og stutt sunnanfyri havnarbýin Vigo, ið nógvir føroyingar kennast við.

Kvinnuliðið hjá Atletico Guardés er væl fyri og plagar at kappast um fremstu plássini í sponsku liguni.

Í løtuni er liðið á níggjunda plássi í sponsku liguni, og tað siga tey, sambært H71 blaðnum, ið er givið út í sambandi við ferðina, ikki nøgd við. Tey siga, at ein partur av orsøkini er, at liðið higartil hevur spælt lutfalsliga nógvar dystir á útivølli. Í EHF kappingini í hesum kappingarárinum hevur liðið vunnið allar dystirnar sera sannførandi, og í H71 halda tey, at hetta liðið er stinnari enn øll hini, sum H71 tvey tey seinastu árini hevur dystast við.

Undan jólum visti in.fo at siga frá góðum keldum í felagnum, at H71 eftir síðsta umfar í EHF kappingini hevði skift venjara, men annars var einki at frætta um hetta.

Nú veit H71 at siga í blaðnum, ið er komið út í sambandi við ferðina til Spania, at tað eru nýggir venjarar við á ferðini. Tað eru teir báðir, sum venja mansliðið, sum nú eisini taka sær av kvinnuliðnum. Talan er um danska Simon Olsen, sum síðani á sumri í 2020 hevur verið venjari í Hoyvík. Saman við honum er Djóni Gaard Joensen, ið millum annað er kendur sum venjari hjá yngru landsliðnum.

-Vit vóna, at venjaraskiftið styrkir um hópin og lyftir liðið á tað støðið, sum skal til, um tað skal eydnast og møguleikan at skala spanska mótstøðuliðnum, siga tey í H71.   

Fyrri dysturin verður í kvøld klokkan 18 og tann seinni í annaðkvøld klokkan 18.