So er tað greitt, at tað verður H71, sum fer at spæla FM finalur ímóti VÍF. Talan verður um best av fimm finalum, og um tað tørnar soleiðis út, at talan verður um fimm finalur, so verður FM vinnarin í manshondbólti ikki funnin fyrr enn í aðru viku. Um talan verður um fimm finalur, so vera tríggjar í Vestmanna og tvær í Hoyvík.
Í fyrstu hálvfinaluni vann Neistin stórsigur, og í aðru hálvfinaluni vann H71 stórsigur. Soleiðis gekk tað ikki í kvøld, tá ið áskoðararnir í Hoyvíkshøllini, har tað av álvara kókaði, vóru vitni til sovornan spenning, sum tað ikki hevur verið í nøkrum landskappingardysti í hesum kappingarárinum.
Eftir fyrra hálvleik í Hoyvíkshøllini í kvøld var heimaliðið frammanfyri 17 – 14. Men fyrstu løtuna eftir steðgin svaraðu neistamenn av álvara aftur. Sasha stongdi málið, og tá ið seinna umfar var 10 minuttir gamalt, var Neistin fyri fyrstu ferð á odda. Tá vóru teir bláu frammanfyri bæði 22 – 21 og 23 – 21.
Síðstu løtuna fram ímóti dystarenda vóru málverjarnir báðir – Pauli Jacobsen og Sasha – sera væl upplagdir. Tveir minuttir undan leikloki var 29 – 29, og síðstu tveir minuttirnar broyttist støðan ikki.
So var neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir fimm minuttir. Neistin var undirmannaður fyrstu tveir minuttirnar í longdu leiktíðini. H71 legði seg á odda 31 – 29, og hóast Neistin hekk væl í, so eydnaðist tað ongantíð teimum bláu at vinna seg aftur á javnt. Úrslitið var 34 - 33 til heimaliðið, og harvið er tað greitt, at H71 fer at spæla FM finalur ímóti VÍF.
Bogi Hansen var toppskjútti hjá H71 við 11 málum, og Peter Krogh skoraði 10 mál.
Hjá Neistanum vóru Ovi Lútzen, Pauli Høj og Ísak Vedelsbøl toppskjúttar við 7 málum, og Tróndur Kragesten skoraði 6 mál.
Neistin fer leygardagin at spæla bronsudyst ímóti Team Klaksvík.
H71 – Neistin 29 – 29 (17 – 14)
Eftir longda leiktíð
34 – 33 (31 – 30)
Dómaraseðilin
https://files.hsf.fo/matches/reports/wawwssD9tA11TaGkCnxp.pdf