H71 fær sterka ukrainska mótstøðu

Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla móti HC Galychanka Lviv úr Ukraina í fjórðinsgfinaluni í EHF-Cup kappingini

Jákup Bogi Joensen
18. januar 2022 kl. 13:45

Tað gjørdit greitt fyrr í dag, tá lutakast var um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum.

Dystirnir verða ætlandi spældir 12. og 19. februar.

Anna Dam, forkvinna í H71, sigur við heimasiðuna hjá felagnum, at hoyvíkingar fara eftir at royna at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum.

Felagið fer somuleiðis at gera eina roynd at fáa dystirnar spældar eitt og sama vikuskifti, sigur hon.

Talan er um sera sterka mótstøðu, sum bíðar H71.

HC Galychanka Lviv er klárt á odda í ukrainsksu kappingini, og liðið hevur áður vunnið eitt ótal av meistaraheitum og steypakappingum.

Í fyrsta umfari vann H71 36-26 í fyrra dystinum móti Spono Eagles úr Sveits. Hoyvíkingar taptu seinna dystin 31-29, men vunnu samanlagt og spældu seg víðari.

Í øðrum umfari vann H71 39-28 á útivølli móti NRK Naisa Nis úr Serbia. Heimadystin vunnu hoyvíkingar 30-26.

Tískil heldur evropiska ævintýrið fram, og nú standa fjórðingsfinalurnar fyri.

Fjórðingsfinalurnar eru hesar:

1. HC Galychanka Lviv (Ukraina) – H71 (Føroyar)

2. ÍBV Vestmannaeyjar (Ísland) – Costa del Sol Malaga (Spania)

3. Bekament Bukovicka Banja (Serbia) – Dunajská Streda (Slovakia)

4. Bm Elche (Spania) – Rocasa Gran Canaria (Spania)