Í kvøld tryggjaði H71 sær FM heitið í manshondbólti. H71 vann fjórðu FM finaluna, sum var í stúgvandi fullari høll í Kollafirði.
Úrslitið var 37 – 32 eftir hálvleiksleiðsluna 21 – 14.
Úrslitini í teimum fýra FM finalunum hava verið hesi:
21. apríl
H71 – KÍF 31 – 28
24. apríl
KÍF – H71 24 – 23
27. apríl
H71 – KÍF 39 - 36
1 mai
KÍF – H71 32 – 37
Hetta er áttanda ferðin, at H71 er FM vinnari í manshondbólti, og hetta er onnur ferðin, at H71 er trífaldur FM vinnari.
H71 vann FM fyrstu ferð í 2009. Síðani hava hoyvíkingar vunnið FM í 2012, 2017, 2018 og 2019 og aftur í 2022, 2023 og 2024.
Síðani 2009 hevur H71 vunnið nógv fleiri FM enn nakað annað felag hevur vunnið.
Frá fyrsta bríksli í kvøld vóru hoyvíkingarnir sera uppsettir. Teir vóru sera beinleiðis og miðvísir í álopspartinum og í málinum var Torstein Sivertsen ein sannur brandur.
KÍF megnaði fyrstu løtuna eftir steðgin at minka um munin til 25 – 22 og 27 – 24. Tá vóru stívliga 41 minuttir farnir, og so økti H71 aftur um munin. Hann vaks til 33 – 25, tá ið 50 minuttir vóru farnir.
Rasmus Søby gekk undan hjá KÍF. Hann var toppskjútti við 9 málum, og Fríði Weyhe skoraði 6 mál og Bárður Dam 5 mál.
Hjá trífalda meistaraliðnum var Bogi Hansen toppskjútti við 10 málum, og Brian Slyne skoraði 8 mál.