Farna kappingarár gekk alt upp í eina hægri eind hjá hoyvíkingunum tá tær spældu seg í fjórðingsfinaluna í somu evropeisku kapping. Ta ferðina endaði tað við at Ukrainska liðið Galychanka Lviv vann seg víðari.
H71 skrivaði tá søgu, tí einki føroyskt felag er nakrantíð komið so langt í kappingini áður.
Kekkisk mótstøða
Mótstøðuliðið hesa ferð er felagið Slavia Prag, úr Kekkia. Tær liggja í løtuni á triðja plássi í heimligu deildini. Fyrra umfar vann Slavia Prag sannførandi á Holon úr Ísrael.
Kekkiska deildin er mett at vera eitt vet sterkari enn tann føroyska í løtuni. Hóast tað, geva veddingarfyritøkurnar føroyingunum ein lítlan fyrimun.
Báðir dystirnir á Hálsi
Tað er vanligt, serliga tíðliga í kappingini, at feløgini semjast um at leika báðar dystirnar sama stað, fyri at minka um ferðakostnað. Hesa ferð verður tað í Føroyum. Seinasta umfar spældi H71 báðar dystirnar í Eysturríki, meðan Slavia Prag spældi á heimavølli.
Sum skilst eru allir leikarar tøkir hjá hoyvíkingum. Dysturin byrjar klokkan 19.00 leygarkvøldið. Hin dysturin verður spældur sunnudagin klokkan 19.00.
Samlaði vinnarin av báðum dystunum fer víðari, og er millum 16 tey seinastu.