H71 bíðar enn

Enn er einki nýtt at frætta, hvussu verður við dystinum H71 og HC Galychanka Lviv

Sigurjón Einarsson
13. februar 2022 kl. 13:26

- Einki nýtt at frætta enn, eru stuttu boðini úr H71-leguni, ið enn bíðar eftir avgerð frá evropeiska hondbóltssambandinun, nær ella hvar dysturin millum besta kvinnuliðið hjá H71 og HC Galychanka Lviv skal spælast.

Ein loysn skuldi finnast í dag áðrenn klokkan 13, hvussu verður við hondbóltsdystinum hjá H71 og ukrainska liðnum.

Danska uttanríkisráðið hevur mælt sínum borgarum til at fara úr landinum, so enn er ivasamt, um EHF enn stendur við sínari avgerð, at tað er ráðiligt at spæla dystin.

Fyrr í dag segði Anna Dam, forkvinna í H71, í stuttari viðmerking við Kringvarpið, at tað er púra greitt, at dysturin ikki verður spældur í dag.

Ukrainska liðið hevur sagt seg verða sinnað at koma til Póllands at spæla antin týsdagin ella mikudagin. Men tað er ikki ein haldbær loysn fyri H71, sum í so fall ikki kemur heim aftur fyrr enn hósdagin. Ukrainska liðið hevur eisini skotið upp at spæla báðar dystirnar í Póllandi, men at H71 so skal bera kostnaðin av hesum. Tað er ikki ein loysn, sum H71 kann liva við, visti Kringvarpið at siga í morgun.

H71 hevur hinvegin skotið upp at spæla fyrra dystin, sum skuldi vera í Lviv í dag, í Warszawa í morgin, og at seinni dysturin so verður í Føroyum sum ætlað sunnudagin 20. februar.