H og M biðjur um umbering fyri umdeilda lýsing

Lýsingin var av einum lítlum, myrkum drongi, ílatin einari hettutroyggju, har tað stóð "kulasta apan í skóginum" skrivað á

Guðrun í Jákupsstovu
9. januar 2018 kl. 14:34

Tað hendir seg meira enn so, at stórar fyritøkur av óvart gera lýsingar, ið kunnu tulkast sum rasistiskar ella sexistiskar.

Í fjør fekk fyritøkan, Dove, ið framleiðir húðkrem og annað, nógvan kritikk fyri eina lýsing, ið bleiv tulkað sum rasistisk. Lýsingin vísti eina myrka kvinnu, ið lat seg úr einari blusu, og tá høvdið kom undan blusuni aftur, var kvinnan hvít. Tað tóktist sum, at hon "lat seg úr húðarlitinum" og gjørdist ein betri kvinna, tí nú var hon hvít.
Dove tók lýsingina niður eftir ein dag og kom við einari almennari umbering.

Nú er tað svenski mótarisin, H&M, ið fær nógvan kritikk. Talan hesu ferð, er um eina mynd av einum myrkum drongi, ið er ílatin eina hettutroyggju har tað stendur "kulasta apan í skóginum" á (en. "Coolest monkey in the jungle"). 

H&M hevur longu tikið myndina niður og biður um umbering. Tey ætla tó framhaldandi at lýsa við somu hettutroyggjuni, men nú skal tað vera eitt hvítt barn, ið skal vera í troyggjuni.