Guvernørurin í New York leggur frá sær

Hann hevur ikki vilja givið seg, hóast hann hevur verið undir stórum trýsti, millum annað frá forsetanum sjálvum, men í dag valdi hann at geva seg fyri trýstinum og leggja frá sær. Í løtuni kannar rættarnevndin í New York, um ákæra kann reisast ímóti fráfarna guvernørinum

Sveinur Tróndarson
10. august 2021 kl. 17:48

Andrew Cuomo er ikki longur guvernørur í New York.

Tað skrivar amerikanski miðilin CNN á heimasíðu síni.

Fyrr í dag boðaði hann frá, at hann, eftir áhaldandi trýst frá øllum hugsandi síðum, hevur valt at leggja frá sær sum guvernørur.

Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av ákærum um, at hann kynsliga hevur gjørt seg inn á 11 kvinnur, sum hava arbeitt fyri guvernørin. Ákærurnar snúgva seg bæði um kynslig brot og um sexsjikanu og kunnu lesast í einari frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í síðstu viku, og sum er 165 blaðsíður til longdar.

Longu áðrenn ákærurnar komu á skrift heittu partafólk á Cuomo, millum annað Joe Biden, forseti, um at leggja frá sær.

Tá ákærurnar komu undan kavi bað fyrisitingin Letitia James, løgmálaráðharra í New York, gera eina kanning av ákærunum, og tað er henda frágreiðing, sum nú hevur fingið guvernørin at leggja frá sær.

Talan er um 11 kvinnur, sum arbeiða ella hava arbeitt í fyrisitingini hjá Andrew Cuomo. Ein teirra er hjálparfólk hjá guvernørinum sjálvum, og í samrøðu í amerikonskum sjónvarpi sunnkvøldið boðaði hon frá, at hon hevur meldað guvernørin til løgregluna fyri at hava gjørt seg inn á hana.

Í gjár boðaði ein rættarnevnd í statinum, at hon fer at kanna, um tað letur seg gera at fara undir eina ríkisrættarsak móti guvernørinum.

Andrew Cuomo, sum er demokratur, hevur verið guvernørur í New York síðan 1. januar 2011. Hann er 63 ára gamal og er útbúgvin løgfrøðingur, og er sonur Mario Cuomo, ið tríggjar ferðir eisini var valdur til sama sess sum sonurin.

Í byrjanini var Andrew Cuomo ímyndin av stríðnum hjá – demokratiskt leiddu – statunum móti Donald Trump, forseta, tá hesin aftraði seg við at viðurkenna, at USA hevði trupulleikar av farsóttini. Eitt skifti varð róð framundir, at hann skuldi stilla upp til seinasta forsetaval, men tað avsannaði hann sjálvur, og nú er so ikki sannlíkt, at hann nakrantíð fer at gera tað.

Avgerðin hjá guvernørinum at leggja frá sær kemur í gildi um tvær vikur, skrivar CNN.com.