Gutti og aftur Gutti syrgdi fyri spenningi í Klaksvík

U-21 landsliðið: Tá ið føroyingarnir høvdu møguleika at leggja seg á odda, svaraðu kroatar á odda, og tá ið teir vóru frammanfyri við trimum málum, sá alt út til at vera avgjørt, men so gjørdi innskifti álopsspælarin úr EB/Streymi um seg

Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
12. september 2023 kl. 20:16

U-21 EM undankappingardysturin í Klaksvík er liðugur. Gestir vóru kroatar, og teir rigga til at fara av landinum við 4-2 sigri. Teir vunnu seg til 11 málmøguleikar, og Føroyar vunnu seg til 9 málmøguleikar.

Undan steðginum var talan um heilt avgerandi, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur. Fínt føroyskt álop endaði við, at Jørgen Nielsen spældi fram til Áka D. Samuelsen, sum rann frá verjuni og eitt sindur kroystur setti bóltin framvið málverjanum, ið kendi seg noyddan at renna næstan út ímóti brotsteigarmarkinum. Men ólukkutíð so trillaði bólturin út skeivu megin handara stólpan.

Og fyri at gera ilt verri, so lá bólturin minni enn ein hálvan minutt seinni í føroyska málinum. Skjótt uppspæl í høgru og innlegg endaði við, at álppsspælarin Simic var fyrstur á og stýrdi bóltin í málið.

Lítla løtu undan steðginum økti Kroatia um munin til 2-0 við fínum skoti, og tá ið tað eftir verjukiks og eitt korter undan leikloki endaði við 3-0 máli, so kendist tað sum um, at spurningurin var, um talan fór at verða um heilt stórt tap, tí kroatar høvdu tak á spælinum.

So var tað, at innskifti og sera ágrýtni Gutti Dahl-Olsen tvær ferðir eftir lítlari løtu minkaði um munin til bæði 3-1 og 3-2, og so kókaði tað kring vøllin í regninum. Í evstu løtu varð sigurin staðfestur við 4-2 máli, tá ið føroyingarnir í sambandi við horna til mótstøðumenninar høvdu nógv bólt frammarlaga á vøllinum.

-Um vit fingu eitt mál, so fór lív at koma í. Tíverri var støðan 3-0, tá ið vit skoraðu. So spentu vit álopsbogan, men hann brast. Eg iðri meg um, at vit fingu so nógv mál ímóti okkum. Sammett við, tá ið vit hósdagin í síðstu viku vunnu á útivølli ímóti Hvítarusslandi, so hevði mótstøðuliðið færri heilt góðar møguleikar. Tað vóru støður, men vit bjargaðu. Verjuspælið er ikki nóg gott, hóast tað í dag var betri, enn tað var síðsta hósdag, sigur Eyðun Klakstein, U-21 landsliðsvenjari, í samrøðu við Televarpið, og hann heldur fram:

-Hetta liðið er betri, enn fleiri geva sær far um. Menningin hevur verið stór, síðani vit spældu 2-2 ímóti Andorra her í Klaksvík, og tað býr meiri í dreingjun um. Teir skora mál, og tá ið vit í oktober fara suður til Andorra, so fara vit eftir sigrinum, sigur Eyðun Klakstein.

-Vit hava fýra stig, og tá ið vit hava spælt tveir dystir í oktober, so verði eg nøgdur, um vit hava sjey stig.

 

 

Føroyar – Kroatia 2-4 (0-2)

0-1: Simic 17.

0-2: Hodza 44.

0-3: Beljo 75.

1-3: Gutti Dahl-Olsen

2-3: Gutti Dahl-Olsen

2-4: Ljubicic 90.+2.

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni (Bergur Poulsen, 27.), Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg (Gutti Dahl-Olsen, 76.), Ási Dam – Áki D. Samuelsen, Noah Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson (Heini F. Sørensen, 46.) – Jørgen Nielsen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Jákup N. Vilhelmsen, Poul Kallsberg, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen