Gutti flytur til B36

Árstalsfelagið hevur skrivað undir sáttmála við U21 landsliðsspælara, sum higartil hevur spælt við EB/Streymi

Mynd: B36
Jóannes Hansen
18. desember 2023 kl. 07:32

Síðani tað varð greitt, at Valerijs Sabala ikki fór at halda fram í B36, hevur tað verið greitt, at felagið arbeiddi við at finna nýggjan álopsspælara.

Nú hevur B36 skrivað undir sáttmála við nýggjan álopsspælara. Tað er Gutti Dahl-Olsen, sum hevur skrivað undir uppá, at hann tvey tey næstu árini fer at spæla við B36.

Gutti Dahl-Olsen er 21 ára gamal, og higartil hevur hann bara umboðað barndómsfelagið EB/Streym. Í bestu deildini hevur hann sambært faroesoccer.com spælt 99 landskappingardystir og skorað 17 mál. Síðsta kappingarár var hann við í 25 landskappingardystum og skoraði fýra mál.

Í 2023 var Gutti Dahl-Olsen fýra ferðir á U21 landsliðnum, og hann skoraði trý mál.

Fyri einari lítlari viku síðani boðaði B36 frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kryger Lindh, sum tvey tey seinastu árini hevur spælt við AB. B36 hevur eisini keypt málverjan Bjarta Vitalis Mørk úr HB.