Nú er tað greitt, sum síðani síðsta dystin í Europa hevur ligið í kortunum.
Sivert Gussiås verður ikki at síggja í KÍ búnanum í 2024.
Í dag boðar hann frá í norska miðlinum sportbibelen.no, at hann ikki fer at spæla við KÍ í 2024.
-Hetta hevur verið ógvuliga spennandi. Liðfelagarnir hava verið góðir, og tað hevur verið spennandi at luttikið í Europa. Millum liðfelagarnir vóru Vegard Forren og aðrir norðmenn, so tað kendist trygt og gott, sigur Sivert Gussiås.
Sáttmálaskeiðið í Klaksvík er liðugt í dag, og 24 ára gamli Sivert Gussiås veit ikki, hvar hann nú fer at spæla. Hann leitar eftir nýggjum felag í Norra.
Í KÍ spældi hann 38 dystir og skoraði trý mál.
Sivert Gussiås sigur soleiðis um føroyskan fótbólt:
-Tað er kropsliga tungt, taklingarnar eru harðligar, og dómararnir eru ikki so góðir, sum teir eru í Norra. Besta deildin í Norra er heilt øðrvísi og væl betri enn føroyska kappingin. Í Føroyum eru tað nøkur góð lið, sum standa seg væl í Føroyum og eisini í europeiskum kappingum, sigur Sivert Gussiås.
Áðrenn hann flutti til Klaksvíkar, var Sivert Gussiås í trý ár í Sandefjord, har hann í 74 dystum skoraði 12 mál.