Sambært Statens Institut for Folkesundhed, SDU, leita alsamt fleiri danir sær heilsubót við alternativum viðgerðarhættum og sambært Gunnvá Wardum, tykist hetta eisini at vera galdandi í Føroyum. Hon heldur akupunktur vera eina pínulinnandi sjúkuviðgerð, ið kann spara tí almenna pening
Gunnvá Wardum starvast dagliga á heilsustovu síni, Statera í Varðagøtu í Havn. Hon byrjaði at læra til akupunktør, meðan hon enn starvaðist sum sjúkrasystir hjá læknavaktini, og viðgerarstovuna hevði hon við hús.
Skjótt fekk hon tó so mikið av kundum, at hálvt ár seinni, var tað neyðugt at flyta í annað høli:
- Her hava vit verið í hálvtannað ár, og tað er týðiligt, at alsamt fleiri koma afturat. Fleiri koma eisini aftur, ið áður hava fingið viðgerð, sigur Gunnvá Wardum í samrøðu við Dimmalætting.
- Ein av orsøkunum til at eg valdi at leypa heilhugað útí akupunktur, var at ígjøgnum tjúgu ár í heilsuverkinum, harav seinastu 8 árini í kommunulæknaviðtalu, upplivdi eg, at nógv av teimum, ið fingu heilivág fyri bæði kropsligar og sálarligar trupulleikar, ikki upplivdu bata í støðuni. Heldur hinvegin, sigur Gunnvá Wardum og leggur afturat:
- Eg hugsaði, at tað mátti vera ein onnur og betri tilgongd til fólk við hesum trupulleikum. Og tað var tað.
Ein øðrvísi viðgerð við øðrvísi framferðarhátti
Sambært Gunnvá Wardum, er akupunkturur ein øðrvísi máti at skilja kroppin:
- Tað er stórur munur á, hvussu ein akupunktørur leggur viðgerðina til rættis, og hvussu viðgerðarfólk í heilsuverkinum leggja viðgerðina til rættis. Ein akupunktørur setur eisini eina diagnosu, men tað er ikki ein diagnosa, sum vit kenna tær her í vesturheiminum. Tað eru diagnosur, ið siga nakað um, hvussu javnvágin í grundleggjandi orkurenslinum í kroppinum er. Á henda hátt verður viðgerðin í størri mun rættað móti upprunanum til pínuna, heldur enn bara at viðgerða sjálva pínuna.
Viðhvørt kann orsøkin til pínuna vera truplari enn so at staðfesta, tí hon kann skyldast nógvum:
- Vit spyrja inn til mangt ymiskt, so sum magafunktiónin, svønlag og sveitta. Vit hyggja eisini at tunguni, sum nevniliga kann avdúka nógv um kroppin, sigur Gunnvá Wardum og leggur afturat:
- Er nýrafunktiónin eitt nú í undirskoti, kann hetta elva til sjúkueyðkenni so sum kaldar hendur og føtur, pínu í knøðunum ella lendunum, og at mann pissar meira. Fólk kunnu tó hava ymiskar diagnosur, hóast tey hava somu sjúkueyðkenni og umvent.
Viðgerðarstovan, Statera í Varðagøtu í Havn veitir fjølbroytta sjúkuviðgerð fyri kroniska og brádliga íkomnari pínu og annað óbehag, og tað finst sostatt eitt ótal av viðgerðum innan akupunktur.
Gunnvá Wardum greiðir frá, at bæði slag av viðgerð og úrslit av henni í stóran mun veldst um, hvat fólk líða av:
- Koma fólk inn við bráðfeingis haldi ella til dømis einum knæskaða, er úrslitið av viðgerðini aloftast varandi. Er talan harafturímóti um eina kroniska sjúku, so sum sukursjúku, liðagikt ella KOL, verður viðgerðin løgd intensivt til rættis at byrja við fyri linna so nógv sum gjørligt um árinini av sjúkuni. Síðani er vanliga neyðugt við viðlíkahaldsviðgerð. Tað kann verða alt frá einari viðgerð aðru hvørja viku til eina viðgerð um mánaðin.
Sum skilst, er akupunkturur ein viðgerð og sum aðrar viðgerðir, hjálpir hon ikki øllum, men nógvum:
- Eg tori at siga, at áleið 80 prosent fáa góðan bata og sleppa lutvíst ella heilt av við trupulleikan, tey komu til okkum við. Harafturat sleppa fleiri av hesum av við reseptheilivágin, og uppaftur fleiri kunnu minka týðuligt um hann, sigur Gunnvá Wardum, ið er sannførd um, at akupunkturviðgerðir kunnu spara tí almenna nógvan pening uppá innleggingar á sjúkrahúsi, heilivág og læknavitjanir.
Oyraakupunktur (Mynd: Statera)