Gunnar Nielsen umhugsar enn sína fótbóltsframtíð

Landsliðsúttøka var í FSF-húsinum í dag í samband við EM-undankappingardystin móti Moldova og venjingardystin móti Norðurmakedónia, har millum annað kom fram, at Gunnar Nielsen enn umhugsar sína fótbóltsframtíð

Sigurjón Einarsson
13. mars 2023 kl. 10:35

Landsliðsúttøka var í FSF-húsinum í dag í samband við EM-undankappingardystin móti Moldova og venjingardystin móti Norðurmakedónia, har landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, heldur skemtiliga tók til, at hetta var landsliðsúttøkan til føroyska íshokki-landsliðið, har hann sipaði til veðrið, sum millum annað darvaði annað umfar í Betri Deildini.

Hann tók stutt samanum undanfarnu undankapping, sum hann var nøgdur við. Seinast í fjør vórðu tveir venjingardystir spældir, og tá fekk føroyska landsliðið eina ordans fótbóltslektión á útivølli móti Kekkia, sum føroyingar taptu 5-0, so tað má betrast til komandi dystir, vísti landsliðsvenjarin á.

Í samband við komandi landsdystir móti Moldova og Norðurmakedónia, kunngjørdi Håkan Ericson hópin, men svaraði eisini upp á, hví spælarar sum Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Jóannes Bjartalíð og Jóan Símun Edmundsson ikki eru við.

Men eitt navn er á listanum, sum ikki hevur verið at sæð leingi, men sum nógv hava spurt eftir, og tað er Páll Klettskarð, ið aftur er úttikin til landsliðið.

Gunnar Nielsen umhugsar enn sína fótbóltsframtíð, og verður tí ikki við.

Sonni Ragnar Nattestad hevur, sambært landsliðsvenjaranum, ikki havt eina optimala byrjan í ár, og er tí ikki tikin út hesa ferð.

Jóannes Bjartalíð er enn darvaður av skaða, og verður ikki mettur at vera nóg birgur at spæla seinni í mánaðinum.

Og Jóan Símun Edmundsson hevur verið skaddur, síðan hann fekk skaða í landsdystinum móti Turkalandi tann 25. september í fjør. Í seinna hálvleiki í tí dystinum fór hann í ein tvídyst, sum endaði við at hann fekk eitt yvirstrekk í knæið, og tað hevur darvað hann síðan tá.

Tveir dystir eru á skránni á hesum túrinum hjá landsliðnum. Tann fyrri verður ein EM-undankappingardystur, meðan tann seinni er ein venjingardystur.

Dystirnir eru hesir:

EM-undankappingardystur, leygardagin 24. mars:
Moldova – Føroyar

Venjingardystur, mánadagin 27. mars:
Norðurmakedonia – Føroyar

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur 

Verjuspælarar:
Gilli Rólantsson Sørensen, einki felag
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Aguilas (Spania) 

Miðvallarar:
Jákup B. Andreasen, KÍ
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Ári Mohr Jónsson, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)
René Shaki Joensen, KÍ

Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Pætur Petersen, KA Akureyri (Íslandi)