Gunnar Hoydal farin

Arkitekturin, høvundurin og yrkjarin gjørdist 79 ára gamal

Steinar Patursson
16. apríl 2021 kl. 13:37

Tað frættist í dag, at Gunnar Hoydal er farin, 79 ára gamal.

Gunnar Hoydal varð føddur 12. september í 1941 í Keypmannahavn og búði í Danmark, til kríggið var av. Síðani búði Gunnar Hoydal í Føroyum í níggju ár, áðrenn familjan flutti til Suðuramerika.

Seinni fór Gunnar Hoydal undir lestur á Sorø Akademi og síðani á Kunstakademiets Arkitektskole, har hann varð útbúgvin í 1967.

Gunnar Hoydal arbeiddi sum arkitektur í Keypmannahavn frá 1967 til 1972, tá hann flutti til Havnar og gjørdist býararkitektur í Havn.

Umframt virkið sum arkitektur, var Gunnar Hoydal eisini yrkjari og rithøvundur. Í 1982 fekk Gunnar Hoydal M. A. Jacobsen’s bókmentavirðisløn, og bæði í 1989 og í 1993 var hann í uppskoti til bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins.

Í 2002 fekk Gunnar Hoydal Mentanarvirðisløn Landsins.

Gunnar Hoydal var eisini virkin í øðrum samanhangum, millum annað sum formaður í Arkitektafelag Føroya og Rithøvundafelag Føroya í tveimum umførum. Eisini var Gunnar Hoydal stovnari og fyrsti formaður í Listafólkasambandi Føroya, LISA.

Kinna Poulsen hevur skrivað minningarorð um Gunnar Hoydal, ið kann lesast á Listaportal.