Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum síðani á sumri 2018. Síðani hevur hon sett síni fingramerki á mentanarlívið í Føroyum og ikki minni á samfelagskjakið. Hon er eitt frískt og kærkomið lot í tí annars heldur stirvnu kjakmentanini í Føroyum.
Sum stjóri í Norðurlandahúsinum, hevur hon sett sær fyri, at Norðurlandahúsið skal vera ein stovnur í føroyska samfelagnum, sum torir at seta dagsskránna og skal virka sum ein pallur til samfelagskjak.
Í tráð við politisku visjónirnar hjá Norðurlendska ráðharraráðnum um at vera fevnandi og fremja fjølbroytni, hevur Norðurlandahúsið seinastu árini verið karmur um fleiri tiltøk um vantandi javnstøðu millum kynini og ikki minst verið ein pallur, sum hevur torað at varpa ljós á vantandi javnrættindini hjá LGBT+ persónum og sálarligu og sosialu árinini, sum standast av hesum.
Gunn Hernes torir at siga sína meining og talar at, tá minnilutar eru fyri mismuni, eisini tá politiska valdið vil tað øðrvísi. Vit eru tí bæði glað og errin av, at Gunn Hernes hevur játtað at seta Mentanarnáttina 2021 og gleða okkum til at hoyra hana bera fram setanarrøðuna í Gamla Kommunuskúlagarðinum fríggjadagin 10. september klokkan 18.