Gunn Hernes er nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum

Norðurlandaráðið hevur sett Gunn Hernes sum stjóra í Norðurlandahúsinum frá 1. juni 2018...

Innsent
13. mars 2018 kl. 16:02

Gunn hevur nógvar royndir innan mentanarøkið og almenna umsiting. Hesar royndirnar - og sítt norðurlendska og altjóða netverk - fer hon at gagnnýta í samband við arbeiðið sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum.


Gunn Hernes hevur verið starvast sum framleiðsluleiðari í Norðurlandahúsinum í Íslandi. Áðrenn tað, hevur hon millum annað havt ábyrgd av dagliga rakstrinum av altjóða pallsfyritøkum, eins og hon hevur verið projektleiðari í samband við tónleika- og mentanartiltøk.

Hon er fødd og uppvaksin í Noregi, har hon somuleiðis hevur lokið útbúgving innan mentanarøkið á Høgskolen i Telemark - aftrat hesum hevur hon tikið ymisk skeið innan list og mentan í Danmark.