Sunnudagurin var góður hjá KÍ, sum vann heimadystin ímóti Víkingi 2-0. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, tá ið Páll A. Klettskarð legði upp til tvey mál, sum Claes Philip Kronberg og Luc Kassi skoraðu.
Fyri Víking var sunnudagurin keðiligur, og serliga keðiligur var hann fyri liðformannin Atla Gregersen, sum fyri 500. ferð var á besta liðnum.
Tapið í Klaksvík hevur við sær, at tað nú eru átta stig frá Víkingi og fram til oddasessin og KÍ. Tí er Víkingur í fyrstu atløgu ikki partur av oddastríðnum. Heldur kappast Víkingur við EB/Streym og ÍF um fjórða plássið.
At Atli Gregersen sá gula kortið tvær ferðir og tí varð vístur av vøllinum, tá ið átta minuttir vóru eftir, hevur við sær, at Atli Gregersen ikki verður við, tá ið Víkingur fríggjakvøldið í steypakappingini fær vitjan av HB.
HB vann greiðan sigur ímóti ÍF, sum í fyrra hálvleiki vísti góðan hugburð og var aftanfyri 2-1. So fleyst HB spælið í rætta HB stílinum, og heimaliðið í Gundadali vann 4-1. HB hevur bara mist stig í málleysa javnleikinum mikukvøldið í Trongisvági.
B36 hevur bara tapt ímóti HB. Í dag vann B36 2-0 á Argjum, og B36 er eitt stig frá HB og trý stig frá KÍ.
AB er aftast, og støðan er alt annað enn góð. Málmunurin eftir fimm umfør er 0-12, og AB hevur einki stig vunnið.
Eftir málleysan javnleik á heimavølli ímóti EB/Streymi er B68 næstaftast. B68 hevur ikki vunnið, men tríggir javnleikir bera trý stig við sær.
TB vann fyri fyrstu ferð í hálvttriðja ár í bestu deildini. Jens Erik Bruhn skoraði 2-1 sigursmálið ímóti 07 Vestur, tá ið stóripinnur hevði verið fýra minuttir eyka runt.
-
KÍ – Víkingur 2-0 (0-0)
1-0: Claes Philip Kronberg 55.
2-0: Luc Kassi 80.
-
B68 – EB/Streymur 0-0
-
HB – ÍF 4-1 (2-1)
1-0: sjálvmál 36.
1-1: Gundur E. Petersen 39.
2-1: Mads Borchers 45.
3-1: Adrian Justinussen br 66.
4-1: Mads Borchers 87.
-
AB – B36 0-2 (0-1)
0-1: Bjarki C. Nielsen 25.
0-2: Aron Knudsen 65.
-
TB – 07 Vestur 2-1 (1-0)
1-0: John Villi Wøldike Leo 35.
1-1: Jasper Van Der Heyden 82.
2-1: Jens Erik Bruhn 94.+
-
KÍ | 5 | 5 | 0 | 0 | 15 | 2 | 15 |
HB | 5 | 4 | 1 | 0 | 14 | 2 | 13 |
B36 | 5 | 4 | 0 | 1 | 10 | 4 | 12 |
Víkingur | 5 | 2 | 1 | 2 | 11 | 8 | 7 |
EB/Streymur | 5 | 2 | 1 | 2 | 4 | 5 | 7 |
ÍF | 5 | 2 | 0 | 3 | 6 | 6 | 6 |
07 Vestur | 5 | 1 | 1 | 3 | 6 | 9 | 4 |
TB | 5 | 1 | 1 | 3 | 4 | 17 | 4 |
B68 | 5 | 0 | 3 | 2 | 5 | 10 | 3 |
AB | 5 | 0 | 0 | 5 | 0 | 12 | 0 |
-
LØGMANSSTEYPIÐ
1 umfar
Fríggjadagin 21. apríl
Víkingur – HB
Skála – B71
FC Hoyvík – EB/Streymur
NSÍ – MB
Leygardagin 22. apríl
TB – B68
AB – FC Suðuroy
B36 – KÍ
ÍF – 07 Vestur