Gundadalur er nú nógv nærri FM favorittunum

Bæði HB og B36 hava nú møguleika at bjóða KÍ av í kappingini um meistaraheitið

Jóannes Hansen
20. august 2023 kl. 23:16

Inntil og við 16. umfari hevði KÍ fulla úrtøku. Í 17. umfari var KÍ dysturin á útivølli ímóti EB/Streymi útsettur, og síðani hevur KÍ tapt ímóti Víkingi og í dag spælt javnt á heimavølli ímóti 07 Vestur.

Hetta sama tíðarskeiðið hevur HB vunnið fulla úrtøku í trimum dystum, og B36 hevur mánakvøldið ímóti B68 møguleika í hesum trimum umførunum at vinna sjey stig.

KÍ er framvegis FM favorittur, men nú er tað ikki útilokað, at feløgini í Gundadali av álvara fara at bjóða av.

Tað eru tvær eyðsýndar orsøkir til gongdina seinastu vikurnar. Onnur er tann, at KÍ hevur spælt í Europa, har spælararnir ferð eftir ferð hava avrikað yvir evni. Í kjalarvørrinum av avrikunum ímóti ungverska, svenska og norska meistaraliðnum eru spælararnir troyttir. Tað sást eisini í 1-1 heimadystinum ímóti 07 Vestur í dag. Tað manglaði eksplosiviteturin og hugflogið, sum var so eyðsýnt, tá ið KÍ vann 16 teir fyrstu landskappingardystirnar.

Hin orsøkin er tann, at fleiri av teimum, sum høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu, eru ikki tøkir, tí teir eru skaddir. Her verður hugsað um Páll A. Klettskarð, Hallur Hansson, Luc Kassi, sum ikki var við í dag og Heina Vatnsdal, sum er so viðtikin av stóru europeisku avbjóðingunum, at hann er ikki førur fyri at spæla í landskappingini bara nakrar fáar dagar eftir europeisku uppgávurnar.

Í dag var Claes Philip Kronberg so mikið moyrur, at hann var ikki førur fyri at spæla ímóti 07 Vestur.

Hjá HB snýr tað seg um landskappingardystir hvørt vikuskifti, og so er tað seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið, har HB mikudagin 26. september eigur heimavøll ímóti 07 Vestur.

Eftir tapið í Kroatia hóskvøldið er tað bara landskappingin, sum B36 hevur at savna seg um.

Tey trý ovastu eiga innanhýsis dystir. Hóast KÍ í dag meiri enn hálvsnávaði ímóti 07 Vestur, og tað harvið varð staðfest, at tey, sum eru uttanfyri topp fýra, framvegis hava møguleika at vinna stig frá teimum bestu, so verða úrslitini í innanhýsis dystunum millum tey ovastu á talvuni ivaleyst avgerandi fyri, hvussu tað verður við FM spenninginum.

Dystirnir eru hesir:

Fríggjadagin 1. september HB-KÍ

Leygardagin 23. september B36-HB

Sunnudagin 22. oktober B36-KÍ

Fleiri av HB spælarunum, sum hava verið á skaðalistanum, eru tøkir aftur. Størstur er saknurin í landsliðsmálverjanum Teiti Matras Gestsson, sum framvegis er illa darvaður av vøddaskaða í lærinum.

Í B36 er kappingin stór um plássini á liðnum. Gávuríki Erlendur Magnusson hevur mynstrað av í árstalsfelagnum á hesum sinni. Hann er farin av landinum í útbúgvingarørindum.

Hjá Víkingi hevur tað seinastu ferðirnar gingið sum eftir ánni. Víkingarnir liggja væl í svinginum at tryggja sær atgongumerki at spæla í Europa á sumri í 2024, men tað er ov langt til toppin, og tí verður Víkingur ikki partur av FM stríðnum.

EB/Streymur lyfti seg við heimasigri sjey stig frá bptnstrikuni. Í løtuni sær tað út til, at tað eru fýra feløg, sum kappast fyri at sleppa undan at flyta niður – AB, ÍF, B68 og TB.

KÍ - 07 Vestur 1-1 (1-1)

0-1: Janus Svabo Samuelsen 7.

1-1: René Shaki Joensen 31

Víkingur - TB 1-0 (0-0)

1-0: Sølvi Vatnhamar br 79.

EB/Streymur - AB 4-1 (4-0)

1-0: Filip Djordjevic 8.

2-0: Bogi Reinert Petersen 13.

3-0: Bogi Reinert Petersen 35.

4-0: Dánjal Godtfred 44.

4-1: Bartal S. Petersen 64.

HB - ÍF 3-1 (1-0)

1-0: Áki D. Samuelsen 33.

1-1: Elvio Gelmini 77.

2-1: Adrian Justinussen br 84

3-1: Adrian Justinussen 90.

Mánadagin 21. august

B36 - B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

18

16

1

1

46

11

49

HB

19

14

2

3

52

13

44

B36

18

13

1

4

40

17

40

Víkingur

19

11

3

5

40

19

36

07 Vestur

19

9

3

7

33

30

30

EB/Streymur

18

6

1

11

19

33

19

TB

19

4

3

12

12

42

15

B68

18

3

5

10

19

34

14

ÍF

19

4

0

15

18

50

12

AB

19

3

1

15

14

44

10

Sunnudagin 27. august

KÍ – EB/Streymur: Dagfinn Forná

ÍF – Víkingur: Alex Troleis

07 Vestur – B68: Kári J. á Høvdanum

AB - HB: Heini Ziskason Viðoy

TB – B36: Eiler Rasmussen