Gull og Veðr 40 ára hátíðarhald

Í dag eru 40 ár síðan fyrstu Gull- og Veðrølirnar vórðu seldar. Hetta verður hátíðarhildi við størri ølum.

Katrin Johannessen
18. juli 2020 kl. 09:27

Í dag eru 40 ár síðan fyrstu Gull- og Veðrølirnar hjá Føroya Bjór vórðu seldar úr sølubúðini í Klaksvík. Hetta verður hátíðarhildið við størri íløtum til bæði Veðr og Gull, so møguleiki nú eisini er at keypa 0,5 litur. Tær størru ølirnar komu á marknaðin nú áðrenn vikuskiftið, so tað passaði við hátíðarhaldinum í dag. Orsakað av korona ber ikki til at hava nakað alment tiltak á stóra degnum.

-Vit halda einki fyri almenninginum, tí tilmælini frá heilsumynduleikunum hava við sær, at so at siga alt í summar er avlýst. Tí meti eg at tað er ópassandi at savna fólk saman. Kundar hjá okkum hava eisini avlýst fleiri tiltøk og tí er tað eisini at gera teimum eitt sindur ímóti at fara at halda eitthvørt, sigur Bjarni Bogason, ið er sølu og marknaðarleiðari á Føroya Bjór. 

18. juli 1980 fóru fyrstu kassarnir av Gull- og Veðrøl hjá Føroya Bjór úr sølubúðini í Klaksvík, eftir at uppskotið um loyvi at bryggja øl sterkari enn 2,7% varð samtykt í landsstýrinum. Tað var Vilhelm Johannesen, ið tá var landsstýrismaður í lógar- og vinnumálum, sum hevði lagt uppskotið um at loyva bryggjaríunum at bryggja sterkari øl fyri løgtinginum. 

Áðrenn lógin var samtykt var møguligt at søkja um fyribilsloyvi at bryggja sterkari øl, treytað at einki var útflýggja fyrr enn loyvið var staðfest. 

Í tíðindaskrivi frá Føroya Bjór stendur at Óli Breckmann, løgtingsmaður, helt fyri, at Vilhelm skeyt papageykin, men rakti elefantin, tí Løgtingið samtykti, at alkoholprosentið mátti ikki fara upp um 5,8 prosent, og tískil var ikki longur loyvt at selja danskan elefant her á landi.

Fyrstu vikuna Føroya Bjór seldu tær sterkaru ølirnar, vórðu allir 2700 kassarnir av Gullølini útseldir úr sølubúðunum í Klaksvík og Tórshavn. Í 1980 kostaði ein kassi av Gulløl 180 kr og ein kassi av Veðri 132. Í dag kosta teir ávikavist 382 og 325 í Rúsini.