Kvinnurnar spinna gull á sjómannadegnum

Longu í morgin hava KÍ kvinnurnar møguleika at tryggja sær FM heitið

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo
Jóannes Hansen
18. august 2023 kl. 11:15

Hesa vikuna fagna tey sjómonnunum og sjóvinnuni í síni heild í Klaksvík. Í kvøld er fiskikapping  á Kósabrúnni og so vatnkríggj á vánni. Í morgin verður stóri familjudagurin, og tá fer tað mesta at ganga fyri seg úti í Klaksvík og har á leið.

Meðan so nógv verður á skránni úti í Klaksvík verður seinnapartin í morgin ein fótbóltsdystur á vøllinum á Eiðinum, sum eftir øllum at døma verður endalig staðfesting av, at enn eitt sett av gullkrónum er vunnið í KÍ reiðrið.

Tað eru óføru KÍ kvinnurnar, sum klokkan 15 í morgin eiga heimavøll ímóti EBS/Skála. Talan er um 17. landskappingardystin hjá KÍ. Kappingin fevnir um 21 umfør, men leiðslan hjá KÍ er so mikið stór, at FM heitið verður syft inn um stokkin, um tað í morgin endar við fullari úrtøku. KÍ hevur 48 stig. Um tað í morgin endar við sigri, so verður úrtøkan undan fýra teimum síðstu umførunum 51 stig. Næst í røðini eru NSÍ og HB, og tað ber ikki til hjá teimum at røkka fleiri enn ávikavíst 50 og 49 stigum.

25. mai vann KÍ á útivølli 5-1 ímóti EBS/Skála, og 29. mai endaði tað við 4-0 heimasigri, tá ið EBS/Skála var í Klaksvík.

Kappingin endar leygardagin 14. oktober. Fyrstu vikuna í september fara KÍ kvinnurnar at luttaka í Europa kappingini fyri meistaralið. Tað verður í Køge í Danmark. 6. september fer KÍ at spæla ímóti Subotica úr Serbia, og 9. september verður mótstøðuliðið annaðhvørt HB Køge ella finska meistaraliðið KUPS KUOPIO.