Gula smiðja letur skjótt upp

Runavíkar kommuna leitar nú eftir leiðara til Gulu smiðju. Klekingardepilin fyri mentan millum ung á staðnum letur upp tíðliga í 2022

Sigurjón Einarsson
16. september 2021 kl. 14:53

Leingi hevur hon staðið og bíðað eftir, at aktivitetur aftur verður í henni, men nú verður av álvara talt niður, at Gula smiðja tíðliga í 2022 letur upp fyri teimum ungu og øðrum í kommununi.

Umframt karmar til hugnaliga og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum.  

Umvælingarnar av ikoniska smiðjubygninginum í Saltangará eru nú komnar so væl ávegis, at Runavíkar kommuna nú leitar eftir einum eldhugaðum leiðari til ungdóms- og virkishúsið Gula smiðja, skrivar kommunan á heimasíðu sínari. 

Leiðarin skal skipa og mynda virksemið í Gulu smiðju – frá fyrireiking av virkseminum, áðrenn smiðjan letur upp, og skal millum annað at framleiða eina reglugerð fyri virksemi í húsinum, til tess at skapa samband við tey ungu og at skipa og stjórna dagliga virkseminum í Gulu smiðju.

Hetta fevnir um at skapa tryggleika, har virðing og umsorgan fyri tí einstaka hevur høga raðfesting, har leiðarin, saman við teimum ungu, skipar fyri mennandi virksemi og tiltøkum.

Til ber at lesa meira um starvið her.

Gongdin

Runavíkar kommuna keypti smiðjuna í 2012.

Tá var tað meiri staðsetingin enn nøkur ítøkilig ætlan, sum tá var atvoldin til keypið, men hesi seinnu árini er tað vorðið alt greiðari, at húsið er vælegnað sum eitt aktivitetshús fyri yngri og eldri.

Brúkarafundir vórðu hildnir, og arkitektar, áhugabólkar, ungdómar og umsiting hava sitið saman og samskift fyri at røkka einum skilagóðum úrsliti.

Gula smiðjan er partur av miðbýarætlanini hjá Runavíkar kommunu, og tá ið Kongshavnar Kvinnufelag valdi at geva kommununi 2,5 milliónir krónur til endamálið, at fáa eitt ungdómshús til býin, sum samstundis kann brúkast til so mangt annað, fekk málið eina heilt aðra vend og gongd kom á arbeiðið.

Runavíkar kommuna skrivar, at verkætlanin kostar umleið átta milliónir krónur – har ein treyt við gávuni frá Kvinnufelagnum var, at krónurnar frá teimum skuldu vera tær seinastu brúktu, fyri at tryggja, at ungdómurin fekk húsið, sum tær upprunaliga høvdu givið gávuna til. Harvið kostar hendan endurreisingin umleið 5,5 milliónir krónur fyri kommununa.