Gudstænasta á Ovara Vølli í Gundadali

Prestarnir í Havn verða við á gudstænastuni og tónleikur verður aftur við sálmasanginum

Myndina tók Sverri Egholm á eini útigudstænastu í Gundadali okkjurt annað ár
Áki Bertholdsen
17. mai 2024 kl. 10:50

 Aftur 2. hvítusunnudag í ár verður útigudstænasta á ovara vølli í Gundadali. 

Gudstænastan verður klokkan 11 og prestarnir í Suðurstreymi eru luttaka við lestri, prædiku og bøn. Samstundis spæla Havnar Hornorkestur og GHM undir til sálmasangin og tey fara eisini at lesa eina søgu fyri børnunum.

Prestarnir siga, at eftir gudstænastuna eru øll boðin til drekkamunn í Badmintonhøllini og har verður eisini okkurt gott til børnini.