Summar Festivalurin kunnger í dag, at songkvinnan Gudny Rasmussen, saman við hennara fýra børnum, framførir á ársins festivali.
- Tað man vera rættiliga sjáldsamt, at mamma og fýra børn spæla konsert saman, skrivar Summar Festivalurin í tíðindaskrivi.
Gudny hevur spælt gittar og sungið síðani hon var ung genta. Í 2022 kom gav hon út EP-útgávuna Um eg var hon, og sangirnir hava verið nógv at hoyrt í útvarpi – ikki minst "Fyri fyrst" og "Óvissa", ið er duett saman við Eyðuni Nolsøe.
Børnini hjá Gudny duga eisini at spæla ljóðføri og at syngja. Kendast av teimum er Ása Helena Brynjarsdóttir, ið var ein av profilunum í Sement tónleikakappingini í ár, og sum spældi á SPOT festivalinum í Aarhus í mai.
Hini børnini eita Terji Brynjarsson, Gunnvá Rasmussen og Ronja Rasmussen.
Konsertin við Gudny & Co. verður á Torginum, skrivar Summar Festivalurin.