Gudahøvd

Um eg bert hevði stundir og umstøður at bjarga einari orðing úr einari yrking, hevði eg valt eina hjá Jóanesi Nielsen

Ragnar Sigrunarson
8. desember 2017 kl. 13:56

Um føroyski yrkingaheimurin stóð í ljósum loga, og eg bert hevði stundir og umstøður at bjarga einari orðing úr einari yrking, hevði eg við góðari samvitsku valt eina ávísa reglu úr ritverkinum hjá Jóanes Nielsen


Fjøllini standa úti
.


Henda hvassa, men eyma orðingin úr Brúgvar av svongum orðum kastar ljós yvir eitt fyribrigdi, ið er algongt og vælkent í Føroyum. Fjøllini verða lýst sum meir enn grótrúgva við grasi á, men tey eru eisini annað enn tjóðskaparlig fyrimynd ella sálarkveikt ímynd. At tey standa úti, fær tað at ljóða sum um, at fjøllini eru okkurt, ið vit eiga og hava gloymt eftir okkum, tá vit fóru inn. Tað láturliga í tí tankanum er júst tað, ið ger okkum var við, at fjøllini eru okkurt í sjálvum sær. At tey eiga seg sjálvi. At tey eru tað, sum tey eru, uttan mun til, hvat vit hugsa ella halda um tey. Orðingin varpar nýtt ljós á okkurt kent, soleiðis at vit aldrin aftur fáa hugt at tí á sama hátt.


Gudahøvd er nýggjasta savnið eftir Jóanes Nielsen, og verkið liggur í mangar mátar á sama bógvin sum Brúgvar av svongum orðum. Náttúran (í breiðastu merking) verður viðgjørd í báðum søvnunum, men í Gudahøvd eru tær lakonisku lýsingarnar av menniskja og umhvørvi avloystar av meiri útgreinandi hugleiðingum, og í støðum er savnið merkt av einum uppalandi lyndi. Hetta sæst t.d. í Hálvgamal upsadrepari.


Upsin gjørdi altíð mótstøðu

við máttmiklum sterti

støkk hann úr vatnskorpuni

brest inn móti skipssíðuni

tað var sum ravmagn gekk gjøgnum roðslu og ývnar fjaðrar

bar til hjá honum at skríggjað

og skilti eg upsamál

giti eg at forbannilsir høvdu spríkt um tær løstaðu varrarnar.

Eisini tá eg læsti fingrarnar inn undir táknurnar og dolkeggin

         kvetti uggan

sýtti hann fyri at gevast

doyggjandi bardist hann fyri taldum døgum.


Í so máta er upsalyndið lítið føroyskt

vit gera sjáldan mótstøðu

fylgja tíðarinnar ivasomu rákum

stoltleiki er ein dygd vit hámeta hjá øðrum

og helst deyðum fólkasløgum


Hóast teksturin hevur eina didaktiska helling, megnar hann við ráari styrki at geva tær smakkin av beiskum blóði í munnin, og yrkingin bólgnar so líðandi av brúsandi lívi, drápi og lívi eftir deyða.


Ærað veri minnið um upsan og um alt sum hevur livað:

drúvurnar sum endaðu í pressuni

dúnið í koddunum

búffarnir á pannuni

og ein dagin verða vit sjálvi tærd av blindum moldverum.

Skaldið Rumi manaði fram tilverunnar evolutionera høpi:

Í byrjanini vart tú eitt mineral

síðani planta

sevjan ornaði og varð til blóð undir djórafeldi

umsíðir varð tú menniskja við vitan, skili og við trúgv

aftan á lokið mannaskeið

eingil.


Djórini spæla ein alsamt vaksandi leiklut í ritverkinum hjá Jóanes Nielsen, og hetta skiftið ekkóar tær politisku broytingarnar, sum eru farnar fram ytst á vinstraveinginum seinastu árini. Reyða arbeiðararørslan og grøna umhvørvisrákið bresta saman og umskarast á ymiskar hættir, og hesin tvídrátturin sæst aftur í Gudahøvd. Litríki dynamikkurin kemur ítøkiliga undan kavi í fiskadráttinum, sum verður lýstur í m.a. Grá eygu.


Havi dripið nógvar fiskar í mínum lívi.

Torførasta slagið at blóðga

var hýsan

ikki tí hon bardist ímóti

men tann lítli muðurin og tey gráu eyguni

drenaðu máttin úr míni hond.

Eg royndi at ugga meg við at ongin bað hýsuna amast

         uppi í beituni

at tað var hennara egna forvitni ið voldi henni deyðan.


Skrædlaða lýsingin av einum fiskimanni við samvitskubiti varpar bjart ljós á stríðið millum virðing fyri arbeiðaravirkseminum øðrumegin og samhuga við djórunum hinumegin. Teksturin vísir við knappari, kaldari mynd, hvussu hýsuhøvdið kveikir samkenslu í mannahjartanum. Royndin hjá fiskimanninum at geva hýsuni sjálvari skyldina vísir, at talan er um meir enn eitt politiskt mál; tað snýr seg um eitt sálarfrøðiligt stríð, sum fer fram innan í hvørjum einstaklingi. Skaldskaparligi spenningurin fer tó av knóranum, tá ein prætika verður krøkt upp í sporlið á yrkingini:


Soleiðis er eisini við okkara gerandisligu beitum:

Ov nógvir pengar tæra sálina

søtlig smír kunnu draga ein út í óføri

halgar skriftir lokka við tølandi orðum

vit bíta á

og tey flestu verða hangandi

til húkurin skræðir báði góma og varrar.


Yrkingin Prostataharrarnir skarar framúr, og við svart-skemtiligum sorgblídni lýsir hon eina epidemi, sum rakar helmingin av monnum yvir 50. Í fyrstu syftu verður sipað til menninir sjálvar, til spakar kroppar, sum kasta sær av vatninum annanhvønn tíma bæði dag og nátt, men í aðru atløgu umboða hesir harrarnir eitt doyggjandi ættarlið av dreymum og hugsjónum.


Teir síggjast allastaðni

harrarnir við prostatatrupulleikum.

Tríggjar, fýra ferðir hvørja nátt ganga teir á vesi

varð landið undan teimum savnað og síðani loyst úr byrging

hevði talan verið um eina fleiri túsund tons tunga aldu

eitt súrt náðileyst brot

av forgeingiligleika.

Men onki túsundtonsaligt er yvir prostataharrunum

gongulagið spekt

glæman í bránum kám

misljóð frá slitnum kropsgøgnum elta teir heilt inn

         í dreymin


Myndamálið skiftir ímillum harðar myndir úr ídnaði og infrakervi øðrumegin og eymar, kropsligar lýsingar hinumegin, og myndburðir sum "á eingjunum parast balstýrigar kaninir" birta upp undir ein yndisliga brutalan dám í yrkingini. Hóast lýsingarnar mala um ein hóp av monnum við prostatatrupulleikum, sleppur vónin at daga upp um svartskygnið, og hvørki byrgingar ella lekar fáa kollveltingarsinnið at geva skarvin yvir.


Í morgin fer ungdómurin at inna tað í verki

sum prostataharrarnir ikki megnaðu:

bora tunlar millum hugsjónir og tøkni

reisa brýr millum kærleikan og hatrið.

Í parkum fara mammur at geva sínum nýføddu at súgva av

         gávumildum bróstum

reyðu fløggini fara at spretta saman við vársins blómum

á eingjunum parast balstýrigar kaninir

aftan á prostataharrunum hongur bara súrligi deymurin av landi eftir.


Harrarnir eru tó ymiskir, og munur er á, hvussu bjartskygdir menninir eru. Summir hava kastað hugsjónirnar frá sær og liva í vónloysi, meðan tilveran hjá øðrum snýr seg um deyðan, sum er fyri hond. Hjá uppaftur øðrum má háfloygd hugmyndafrøði víkja fyri kroppinum, sum stendur at bresta.


Summir hata ungdómsins markloysi

skíra uppáhaldið at vit liva mitt í eini kollvelting

         fyri bíligan romantikk.

Aðrir ganga á møti ella syngja í kirkjukórum

ræðast deyðan við somu styrki sum teimum longdist út á breiðu

         vegirnar har vátu kviðini tváa skitnar dreymar reinar.

Aðrir láta hánt um bæði himmal og helviti, teska:

Gævi eg svav eina nátt á tamb!

Áh, gævi eg átti eina gula lodna landstrálu!


Ein loðin landstrála! Rópið táttar í hjartastreingirnar, og myndin skrykkir í sansirnar við síni heitu, sprænandi rørslu í sterkum litum. Tættar, rámandi myndir eru ein av styrkjunum hjá Jóanes Nielsen, og tær stuttu, sterku lýsingarnar virka sum smáar spreingingar í teimum longru tekstunum.


Heitið Gudahøvd kemur undan kavi móti endanum á yrkingini Meidd hond aftarlaga í savninum. Ein fiskimaður er komin til skaða suðuri á Bankanum, tá hann krøkti hakan í ein kalva, og orðið gudahøvd sipar síðst í yrkingini til heysin á gildiga flatfiskinum.


Meiddi mær hondina

ta ferðina eg hirdi hakan eftir einum kalva suðuri á Bankanum

hugsaði: Man tann tíðin fara at koma

tá eg fari at tráa eftir at leggja hendurnar í einar sum eru uppaftur

         størri enn mínar

ella kanska einar hendur ið eru nógvar ferðir minni

pinkuhendur ið opna hurðina inn í eitt lítið fiskahjarta

ella knáar hendur ið draga nakrar trevlar av mánalýsi yvir um eina

         døggsetta veit?


Teksturin byrjar við einum endurminnandi huglagi, men kvik lop eru í lýsingunum, og lesarin verður førdur ígjøgnum hugarenslið, sum skaðatilburðurin birtir upp undir í fiskimannahøvdinum. Brádliga kemur kalvin brestandi innaftur í myndina, og hesi skiftini ímillum lyriskar hugleiðingar og spraklandi fiskin geva yrkingini eina rytmiska styrki, sum bara vindur upp á seg.


Kalvin lá og bresti afturi í svelginum

skilti ikki hví ondin var tikin frá honum

í neyðini tóktist hann vera pyntaður til deyðsløtuna

sum eitt perluband

skinu tær blóðreyðu táknurnar.


Fitt av hýsu o.ø. verður fiskað til samans í savninum Gudahøvd, men kalvin í yrkingini Meidd hond breðgur frá hinum pundunum av fiski, sum verða drigin upp úr sjónum. Upsin spjálkaði við stertinum til fánýtis, men kalvin ger av sonnum vart við seg, og tá fiskimaðurin høggur hakan í hann, krøkir kalvin seg samstundis í minnið og tilvitið hjá veiðimanninum.


Ein av fyrstu døgunum við hús

ótu vit kalvahøvdið

og vissuliga hevði tað uppiborið tann heiður at eg sat til borðs við

         meiddari hond.

Hálvgapandi lá tað stóra høvdið á fatinum

helt tað vera í so ógvusligt at kalla tað eitt gudahøvd

men júst tann tankan hugsaði eg

eitt gudahøvd av havsins botni

vígt okkum.


Lýsingar av, hvussu mannaheimurin og djóraríkið umskarast, er ein aðaltáttur í savninum. Guð er ein annar. Í Meidd hond vágar yrkjarin sær at bera kalvahøvdið saman við mekt og mæti Guðs, men síðsta orðingin í ørindinum osar av beiskleika. Yrkingin er ein dynamisk og hugtakandi samanseting av inniligum tankameldri og speiskum myndum, sum fær áskoðanir og kenslur at krókast og skinkla.


Menniskjan, hýsan, kalvin og grannljómarin; vit eru gjørd úr sama tilfari, og okkara uppruni (og undirgangur) er tætt tongdur at lagnuni hjá fysiska umhvørvinum. Hesa støðuna tekur høvundurin heilt væl samanum, tá hann í yrkingini Reyði gleðiboðskapurin spyr, "um ikki stundin er komin at fara í samgongu við sólina."