Gud signi Føroyar: 4 út av 5 føroyingum sæð sendingina

Fýra av fimm vaksnum føroyingum hava nú sæð fyrsta part av sendirøðini ”Gud signi Føroyar”. Tað vísir kanning, sum Spyr.fo...

Innsent
20. februar 2018 kl. 16:51

Fýra av fimm vaksnum føroyingum hava nú sæð fyrsta part av sendirøðini ”Gud signi Føroyar”. Tað vísir kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið týskvøldið 19. februar 2018. Helmingurin hugdu beinleiðis í sjónvarpinum, fjórði hvør hugdi á netinum og restin hugdu, tá sendingin bleiv endursend sunnukvøldið. Í eini stigatalvu frá 1 til 5 fekk fyrsti partur 3,9 stig í miðal frá hyggjarunum, ið má sigast at vera eitt gott skoðsmál, skrivar Kringvarpið í kunningarskrivi.

Hagtølini frá heimasíðuni hjá Kringvarpinum staðfesta eisini góðu undirtøkuna, tí higartil hava sløk 14.000 hugt eftir sendingini á netinum. Longu fyrsta døgnið høvdu áleið 9.000 hugt á netinum.

”Vit vóru greið yvir, at hetta evnið hevði áhuga millum føroyingar, men vit høvdu ikki roknað við so stórari undirtøku”, sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri. ”Eg fegnist serliga um, at hyggjararnir sum heild eisini eru væl nøgdir við dygdina í sendingini. Sendingin hevur eisini elvt til rímiliga nógv kjak í almenna rúminum, sum eisini er eitt tekin um, at vit hava fingið lýst og viðgjørt eitt viðkomandi evni.”

Nágreiniligu hyggjaratølini síggjast í talvuni og grafinum niðanfyri.

Komandi hóskvøld verður annar partur í sendirøðini sýndur í sjónvarpinum og tøkur á netinum. Eftir triðja part tann 1. mars verður ein steðgur í sendirøðini til 5. apríl, tá fjórði partur verður sýndur.

Spurningar í kanningini:

Sera illa

Illa

Hvørki

Væl

Sera væl

Veit ikki

Hvat dámdi tær…

Miðal

1

2

3

4

5

…javnvágina millum sjónarmiðini í sendingini?

3,6

11%

9%

20%

20%

34%

6%

...leiklutin hjá vertinum Heina í Skorini?

3,7

9%

11%

16%

20%

41%

3%

...sendingina sum heild?

3,9

5%

7%

18%

28%

40%

2%

Sást tú fyrsta part av sendingini ”Gud signi Føroyar”?

”Gud signi Føroyar” góða undirtøku

Fýra av fimm vaksnum føroyingum hava nú sæð fyrsta part av sendirøðini ”Gud signi Føroyar”. Tað vísir kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið týskvøldið 19. februar 2018. Helmingurin hugdu beinleiðis í sjónvarpinum, fjórði hvør hugdi á netinum og restin hugdu, tá sendingin bleiv endursend sunnukvøldið. Í eini stigatalvu frá 1 til 5 fekk fyrsti partur 3,9 stig í miðal frá hyggjarunum, ið má sigast at vera eitt gott skoðsmál.