- Guð er komin aftur

Zlatan Ibrahimovic telist millum teir 26, ið mynda svenska landsliðshópin til komandi tríggjar dystirnar

Steinar Patursson
16. mars 2021 kl. 13:09

Ein gamal kenningur verður at síggja í svenska hópinum, tá Svøríki í næstum skal spæla HM-undankappingardystir móti Georgia, Kosovo og Estlandi.

Svenski landsliðsvenjarin, Janne Anderson, hevur júst almannakunngjørt svenska hópin, og millum teir 26 úttiknu spælararnar er Zlatan Ibrahimovic við fyri fyrstu ferð síðan 2016.

- Fyrst og fremst er hann ein sera góður fótbóltsspælari, tann besti, sum vit hava havt í Svøríki. Tað er sjálvandi øgiliga stuttligt, at hann vil koma aftur. Umframt tað, sum hann kann gera á vøllinum, hevur hann eisini ótrúliga nógvar royndir kann geva burtur av teimum til aðrar spælarar á liðnum, sigur Janne Andersson við heimasíðuna hjá svenska fótbóltssambandinum.

Zlatan Ibrahimovic, sum í dag spælir fyri AC Milan í Italia, boðaði 21. juni 2016 frá, at hann gavst á landsliðnum. Dagin eftir spældi hann sín seinasta landsliðsdyst fyri Svøríki, tá teir tapti 0-1 móti Belgia.

Tað er kortini mikið møguligt, at talan ikki varð um seinasta dyst kortini, tí nú letur Zlatan Ibrahimovic seg í eyðkendu gulu troyggjuna aftur og er til reiðar til tjóðartænastu enn einaferð.

Zlatan Ibrahimovic hevur eisini sjálvur boðað frá tíðindunum á Twitter, har hann skrivaði ”The return of the God” – Guð er komin aftur.