Grundlógin tryggjar føroyingum grundleggjandi rættindi

Vit hava nógv at fegnast um grundlógardagin

Sambandsflokkurin
5. juni 2024 kl. 11:33


Tað eru í dag 175 ár síðani danski kongurin, Fríðrikur 7., staðfesti grundlógina. Við henni fór danska ríki frá at vera einaræði til at vera fólkaræði har valdið varð býtt ímillum tað lóggevandi, tað útinnandi, og tað dømandi valdið. 

Hóast Grundlógin var eitt týðandi stig á leiðini móti fólkaræði, so gingu fleiri áratíggju, áðrenn danska ríkið fekk tað slagið av fólkaræði, sum vit kenna í dag. Grundarsteinarnir vóru teir somu við tríbýttum valdi, men tað vóru bara umleið 15% av danska fólkinum, sum høvdu valrætt ta fyrstu tíðina.

Valrættaraldurin var 30 ár, kvinnur høvdu ikki valrætt, húskallar, “fattige”, “fjolser” og tey sum vóru dømd, høvdu heldur ikki valrætt. So tað vóru í roynd og veru bara vælhavandi menn, eldri enn 30 ár, sum sluppu á val. 

Fyrstu tíðina eftir 1849 vóru ofta trupulleikar av, at grundlógin kundi tulkast ymiskar vegir. Hetta hevði við sær, at í 1866 bleiv Grundlógin broytt. Í Ríkisdegnum vóru tvey kømur (Fólkatingið og Landstingið), og við broytingini bleiv Landstingið øðrvísi samansett og valt.

Broytingin gav teimum við framíhjárættindum – góðseigarunum og Høgraflokkinum størri vald. Úrslitið av tí varð, at ósamsvar bleiv ímillum samansetingina av Landstinginum og Fólkatinginum. Í Fólkatinginum hevði Vinstriflokkurin meiriluta, meðan Høgri sat tungt á valdinum í Landstinginum.

Valdsstríðið millum bæði tingini og flokkarnar gjørdi støðuna rættiliga fastlæsta í árunum frá 1866 til 1901. Christian 9. gav Høgra stjórnarvaldið, men av tí at Vinstri hevði meirilutan í Fólkatinginum bar ikki til at fáa fíggjarlógirnar samtyktar har.

Hendan fastlæsta støðan broyttist í 1901 við sonevnda “Systemskiftinum”. Tá kundi kongur ikki longur tilnevna stjórnir, sum høvdu meirilutan í Fólkatinginum ímóti sær.

Fyri Føroyar merktist skjótt eftir 1849, at Danmark hevði fingið eina Grundlóg. Løgtingi, sum ikki hevði verið virkið síðani 1816, bleiv í 1852 (trý ár eftir at Grundlógin var komin í gildi), endurreist, og síðani 1948 hevur Løgtingið havt lóggevandi myndugleika yvir yvirtiknum málsøkjum.

Vit hava nógv at fegnast um grundlógardagin. Vit liva í einum frælsum ríki við demokratiskum virðum, og okkara uppgáva er millum annað at halda fast við hesi rættindini, og at verja okkum móti teimum kreftunum her á landi, ið vilja sáa iva um okkara grundleggjandi rættindi í øllum ríkinum.

Góðan Grundlógardag.

Sambandsflokkurin