Formenninir í Maskinmeistarafelagnum og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eru skelkaðir av, at stjórin í Føroya Reiðarafelag beinleiðis skundar undir, at reiðaríið Faroe Origin heldur skjøl og upplýsingar aftur fyri manningarfeløgunum, tá roynt verður at kanna, hvat er upp og niður í sambandi við landingar uttanlands undir drúgva verkfallinum tíðliga í summar. Tey bæði manningarfeløgini halda seg als ikki hava fingið tað innlitið, sum tey hava krav uppá sambært sáttmálanum, og formenninir eru avgjørdir um, at síðsta orðið ikki er sagt í málinum
- Eitt er, at reiðaríið er tvørligt at fáast við, men tað, sum er serliga grovt í hesum málinum, er, at sjálvur stjórin í Føroya Reiðarafelag, Stefan í Skorini, situr við við borðið og dirigerar, hvat vit kunnu fáa innlit í, og tá vit seta umboðunum fyri reiðaríið spurningar, blandar hann seg uppí og svarar fyri tey. Tað er týðuligt, at endamálið hjá honum fyrst og fremst er at avmarka, hvat vit kunnu fáa innlit í, heldur enn at tryggja, at sáttmálin verður hildin. Skal hetta verða mátin fram eftir, fer alt grundarlagið undir sáttmálanum av álvara at ridla.
Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, um vitjanina hjá sær og Arnfinni Bech, formanni í Maskinmeistarafelagnum, á skrivstovuni hjá Faroe Origin í Runavík 4. juli.
Endamálið við vitjanini var at hyggja at skjalatilfari í sambandi við landingar uttanlands hjá tveimum trolarapørum hjá reiðarínum undir drúgva arbeiðaraverkfallinum í mai-juni.
Talan er um tveir túrar hjá hjá parinum Heyki og Falki og tveir túrar hjá parinum Stelki og Baki. Heykur og Falkur landaðu í Hanstholm í Danmark 19. mai og í Ålesund í Noregi 29. mai, og hitt parið landaði í Ålesund 13. mai og í Hanstholm 21. mai.
Teir báðir formenninir halda grundleggjandi, at teir als ikki skuldu havt fyri neyðini at fara til Runavíkar at lesa skjøl, tí tey áttu uttan nakað hóvasták at verið send teimum, tá teir bóðu um tað vísandi til sáttmálan millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag. Grein 16 í sáttmálanum ásetir nevniliga, at avrit av øllum avrokningum skulu sendast manningarfeløgunum, og at tey eisini hava rætt til at fáa tilhoyrandi roknskaparskjøl til eftirhyggjan.
Nokta at útflýggja skjøl
Men Faroe Origin vil bara lata feløgunum sjálvar avrokningarnar og ikki onnur skjøl í sambandi við sølurnar, tí reiðaríið tvíheldur um, at orðingin í sáttmálanum ikki merkir, at feløgini neyðturviliga hava krav uppá at fáa hesi skjølini útflýggjað, men at tey bara hava rætt til at síggja tey. Formenninir fingu tí at vita, at teir kundu koma inn á skrivstovuna í Runavík at hyggja skjølini ígjøgnum.
- Aftaná er lætt at staðfesta, at vit skuldu havt sett føtur í spenni beinanvegin og kravt skjølini útflýggjað, tí tá vit nú tvær vikur aftaná vitjanina á skrivstovuni hjá Faroe Origin gera støðuna upp og taka samanum, er greiða niðurstøðan, at vit als ikki hava fingið nøktandi innlit í sølurnar í Hanstholm – har eru í veruleikanum ongi skjøl, ið vísa, at ein søla er framd. Eitt sindur frægari er við sølunum í Ålesund, har vit sóu skjøl frá norska keyparanum, men ein partur av fiskinum, sum bleiv landaður har, bleiv eisini seldur og koyrdur til Danmarkar, og har er sama skil sum við hinum sølunum í Danmark, sigur Arnfinn Bech.
Hildnir fyri spott
Teir blivu ikki klókari av at hyggja at skjølum á skrivstovuni hjá Faroe Origin, men kendu seg hinvegin hildnir fyri tað turra spott.
- Eg eri ikki so sartur, at eg leggi nakað serligt í tað, men tað var bestemt ikki nakað behagiligt upplivilsi at sita har inni. Vit vóru har, tí reiðaríið noktaði at lata okkum skjølini, men tá vit so vóru noyddir at tráspyrja um viðurskifti, vit annaðhvørt ikki skiltu ella hildu vera ógreið, ja, so bleiv tað ofta tikið illa upp og svarað forhánisliga.
- Vit fingu heldur ikki nøkur skjøl, ið svaraðu okkara ivaspurningum, tá avtornaði. Við undantaki av onkrum keyparaskjølum frá Ålesund fingu vit bara fakturar og skjøl at síggja, sum fólk hjá reiðarínum einsæris høvdu skrivað og sett saman. Ongar klokkuklárar váttanir ella annað, ið greitt og gjøgnumskygt kundi vísa okkum, hvussu sølurnar vóru farnar fram. Og tá eg eftirlýsti aðra dokumentasjón enn bara teirra egnu fakturar, segði stjórin, at um vit ikki høvdu álit á teirra fakturum, so vildi hann ráða okkum til at melda málið til politiið, greiðir Arnfinn Bech frá.
Skipini bunkraðu eisini, tá tey landaðu uttanlands, men tá Annfinnur Garðalíð bað um at sleppa at síggja fakturar ella onnur skjøl, ið vístu prísin á oljuni, varð sýtt fyri hesum.
- Eg bað stjóran á Faroe Origin um at síggja tey skjølini, men hann fekk ikki tíð at svara, áðrenn Stefan í Skorini, stjórin í Reiðarafelagnum, tók hann av ræði og svaraði fyri hann – tað var ikki talingur um at sleppa at síggja prísin, sigur Annfinnur Garðalíð.
Síðsta orðið ikki sagt
Formenninir eru avgjørdir um, at síðsta orðið ikki er sagt í málinum.
- Talan er um upplýsingar í sambandi við landingar, sum eru neyðugar hjá okkum at fáa, fyri at vit skulu hava møguleika at eftirkanna, um sáttmálin verður hildin. Verður atgongdin til slíkar upplýsingar uppá nakran máta skerd, so missir allur sáttmálin sítt virði og kann ikki hava gildi longur. Tí tað ber snøgt sagt ikki til at hava ein sáttmála, uttan at tað er ein sjálvsøgd fortreyt, at báðir partar til eina og hvørja tíð sleppa at eftirkanna, um sáttmálin verður hildin, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
- Vit hildu veruliga eisini, at orsøkin til, at stjórin í Reiðarafelagnum var til staðar í Runavík, var, at tey eisini vildu tryggja sær, at mann ikki kom í karambolasju við prinsippini í sáttmálanum. Men so var ikki, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Fingu verri enn so marknaðarprís
Í fyrstu syftu lótu teir sær tó lynda, at teir ikki fingu umbidnu skjølini sendandi, og fóru í staðin inn til Runavíkar at blaða í skjølum.
- Vit høvdu jú fingið sjálvar avrokningarnar fyri hasar túrarnar og undraðu okkum stórliga. Tí annaðhvørt mátti talan verða um óvanliga vánaligan handilsskap hjá Faroe Origin, ella søgdu avrokningarnar ikki allan sannleikan um sølurnar. Í hvussu er í Hanstholm kundu vit staðfesta, at fiskurin var seldur langt undir marknaðarprís – tað er miðalprísin á uppboðssølumarknaðinum har, Hanstholm Fiskeauktion. Og tað galt allar landingarnar har og hvørt eitt einasta fiskaslag, sigur Annfinnur Garðalíð.
Í Ålesund fingu trolarapørini verri prís enn í Hanstholm, men har hava tey bæði manningarfeløgini ikki enn fingið staðfest, hvussu prísirnir annars sóu út teir dagarnar, føroysku skipini landaðu.
Væntaðu at gera góðan túr
Bæði Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava havt samband við manningarnar á trolarapørunum, og sambært feløgunum var greiða fatanin umborð, at lastirnar, sum skipini fóru til Hanstholm við, fóru at verða seldur á gólvuppboðssøluni hjá Hanstholm Fiskeauktion. Manningarnar sóu eisini, at fiskurin bleiv koyrdur inn á køligoymsluna hjá Hanstholm Fiskeauktion, tá hann var landaður.
Manningarnar vóru fegnar, tí tær kundu staðfesta, at marknaðarprísurin í Danmark var munandi betur enn í Føroyum, so eftir øllum sólarteknum fór talan at verða um stak góðar sølur.
Avrokningin var eitt sjokk
Fiskurin bleiv tó ikki seldur á uppboðssøluni, tá avtornaði, og tí fingu manningarnar ein frammaná, tá avrokningin kom.
Jens Pauli Petersen, stjóra á Faroe Origin, greiddi formonnunum í teimum báðum manningarfeløgunum frá, at eigarin av Hanstholm Fiskeauktion sjálvur ráddi frá, at partrolararnir komu á uppboðssøluna har við øllum upsanum, tí nøgdirnar vóru so stórar, at marknaðurin so fór at skrambla saman. Á fundinum á skrivstovuni í Runavík segði stjórin eisini, at skipararnir á trolarapørunum vóru kunnaðir um, hvussu fiskurin bleiv seldur, og tí skilti hann ikki, at tað var komið óvart á manningarnar.
- Hvussu tað er blivið kunnað, veit eg ikki, men limirnir hjá Maskinmeistarafelagnum vistu so ikki betur, enn at fiskurin skuldi seljast á uppboðssøluni, og tað hildu teir, at hann var, líka til teir sóu avrokningina og fingu eitt sjokk, sigur Arnfinn Bech.
Tvey feløg keyptu
Sambært fakturunum hjá Faroe Origin bleiv fiskurin, ið varð landaður í Hanstholm, seldur til tvey feløg – danska Pandalus, sum hevur eitt virki í Hanstholm og eitt í Póllandi, og Atlantic Seafood, ið er eitt íslendskt felag, sum eisini hevur eina deild fyri keyp og sølu í Silkeborg, men onki virki í Danmark. Prísurin í Hanstholm minti mest um prísin, sum Faroe Origin sjálvt plagar at keypa fiskin fyri í Føroyum.
Pandalus keypti eisini ein part av fiskinum, ið bleiv landaður í Ålesund. Tann parturin bleiv síðan fluttur til Danmarkar við kølibilum. Ein norskur millumhandlari tók sær av restini av tí, sum bleiv landað í Ålesund. Miðalprísurin har var uppaftur verri enn í Hanstholm.
Størsti parturin av øllum lastunum, sum føroysku skipini landaðu í Hanstholm, var upsi 4, og miðalprísurin hjá teimum var 2,20 krónur minni enn miðalprísurin á Hanstholm Fiskeauktion.
Skipini høvdu bara smærri nøgdir av hvítum fiski, men har var prísmunurin aftur fyri nógv størri. Til dømis fingu tey, ið seldu tosk á uppboðssøluni, tvífalt so nógv fyri kilo fyri onkrar støddir, sum føroysku skipini fingu – Bakur og Stelkur fingu 28 krónur kilo fyri tann størsta toskin, tosk 1, og 15 krónur kilo fyri tann minsta, tosk 4, sum teir landaðu í Hanstholm 21. mai. Sama dag var miðalprísurin á toski 1 og toski 4 á Hanstholm Fiskeauktion ávikavist 44,28 krónur kilo og 33,52 krónur kilo.
Feløg undrast
Í Maskinmeistarafelagnum og í Føroya Skipara- og Navigatørfelag undrast tey á, at reiðaríið um ikki annað royndi at koyra smærri nøgdir á uppboðssøluna, til dømis tann hvíta fiskin.
- Tá vit vóru har inni, fingu vit onki ordiligt svar uppá, hví tað ikki bleiv gjørt, og samanumtikið er nógv at undrast á og nógvir relevantir spurningar at seta í sambandi við hesar sølurnar. Manningarnar undra seg eisini, og tí vilja vit vita, hvat er upp og niður. Tað átti ikki at verið nakað forgjørt í tí.
- Vit tosa um umstøður og viðurskifti, ið bróta við gerandisdagin, nevniliga landingar uttanlands. Har er ein rúgva av ósvaraðum spurningum, sum hópa seg upp, og tað ger tað heldur ikki frægari, at sjálvar avrokningarnar eisini eru misvísandi við tað, at Faroe Origin sjálvt stendur sum keypari, og har er ikki eitt orð nevnt um, at fiskurin er landaður uttanlands, sigur Arnfinn Bech.
Vantandi opinleiki
Annfinnur Garðalíð leggur dent á, at um fullur opinleiki og gjøgnumskygni slapp at ráða, so slapst undan støðum sum hesari, ið nú er íkomin.
- Ikki minst høvdu vit sloppið undan illgitingum. Vit ákæra ikki Faroe Origin fyri at snýta við avrokningini. Men mátin, tey handfara hetta uppá eftirfylgjandi, tá vit vilja hava fult innlit í alt, uppfata vit sum snýt við sáttmálanum, tí tey máa grundarlagið undan honum.
- Eg veit ikki, hvat tað er, sum ikki tolir dagsins ljós, og tí skal haldast aftur. Um alt er farið rætt fram, er ongin orsøk at fjala nakað – og at tosa um til dømis trúnaðarupplýsingar ella forrætningsloynidómar er møsn, tí tað er ongin paragraff í sáttmálanum ella nakrari lóg, ið forðar okkum at fara út um allar geilar við upplýsingunum, sama um vit hava fingið teir sendandi í einum telduposti, ella vit mugu inn til Runavíkar at lesa teir, sigur hann.