Grovt álop móti eyðsýndum russiskum journalisti
Stjórnarkritiski russiski journalisturin Jelena Milasjina bleiv í dag útsett fyri einum ógvusligum álopi tá hon var í Tjetjenien
Ragnar Sjúrðarson
5. juli 2023 kl. 09:00
Milasjina var saman við advokati sínum, Alexander Nemov, ávegis til høvuðsstaðin Grosnij til eitt sakarmál, tá tey blivu álopin av fleiri monnum í maskum.
Undir álopinum rakaðu álopsmennirnir hárið av journalistinum, brotu fleiri av fingrum hennara og díktu hana undir í í grønari liting.
Jelena Milasjina starvast há stjórnarkritisku avísini Novaya Gazeta, sum í fjør misti síni rættindi í Russlandi.
- Tey blivu grovt sparkaði, eisini í høvdið, fingu deyðshóttanir, fingu ein revolvara í høvdið, og teirra útgerð bleiv tikin og knúst, upplýsir mannarættindabólkurin Memorial.