Í dag er tjóðardagur í Grønlandi, sum er ein fólkaveitsla, ið verður hátíðarhildin í øllum landinum.
– Hvørt stað hevur eina skrá, sum millum annað ljóðar upp á felags morgunssang, røðum, gudstænastu, kaffemik og eisini undirhaldi sum til dømis tónleiki, fólkadansi, framsýning av góðum kajakk dugnaskapi og so framvegis, skrivar visitgreenland um stóra dagin.
Grønlendski samleikin er í miðdeplinum á degnum, har flaggið, klædnabúnin, sangurin og málið verða heiðrað.
Eisini drotningin letur heilsa á stóra degnum.
Á sosialum miðlum – millum annað á Facebook og Instagram – hevur kongahúsið deilt eina mynd av drotningini, sum er ílatin grønlendska tjóðarbúnan, har hon sendir eina heilsan til grønlendska fólkið:
– Í dag er tjóðardagur í Grønlandi, og í hesum sambandi sendir Hennara Hátign Drotningin síni bestu ynskir til grønlendska fólkið.
Í dag eru eisini 11 ár síðani, at nýggja sjálvstýrislógin kom í gildi í Grønlandi. Í nýggju sjálvstýrislógini varð staðfest, at grønlendska fólkið er eitt fólk við atliti til fólkarættin og hevur sjálvavgerðarrætt, eins og sagt verður í uttanríkispolitisku heimildarlógini fyri Føroyar.
Í 2009 varð eisini staðfest, at grønlendskt er almenna málið í Grønlandi.