Beint áðrenn ársskiftið, samtykti grønlendska Landsstingið, Inatsisartut, ein floghavnarpakka, ið gav loyvið til at byggja 2.200 metrar langar landingarbreytir í floghavnunum í Nuuk og Ilulissat á vesturstrondini og eina nýggja floghavn í Qaqortoq við eini 1.500 metra langari landingarbreyt. Sostatt, verður tað í framtíðini gjørligt at flúgva beinleiðis til høvuðsstaðin, Nuuk og Ilulissat.
Felagið, ið skal byggja, eiga og reka tær tríggjar nýggju floghavninar, eitur Kalaallit Airports og varð stovnað grønlendska Sjálvstýrinum í 2016. Fram til mánadagin, var fyrisitingarstjórin Steffen Ulrich-Lynge, men seint mánakvøldið fráboðaði Kalaallit Airports í grønlendsku fjølmiðlunum, at Steffen Ulrich-Lynge fer frá alt fyri eitt.
Fíggjarstóri fyribilssettur fyrisitingarstjóri
Áðrenn ein nýggjur fyrisitingarstjóri er funnin, er fíggjarstjórin í felagnum, Peter Wistoft, fyribilssettur.
"Nevndin er nøgd við, at Peter Wistoft, sum hevur verið partur av floghavnarverkætlanini, hevur játtað at átaka sær uppgávuna sum fyribils fyrisitingarstjóri" upplýsir nevndarformaður, Jóhannus Egholm Hansen í einum tíðindaskrivi.
Nevndarformaður, Jóhannus Egholm Hansen, sigur við grønlendsku útvarpsstøðina, Radio KNR, at fráfaringin var ein felags avgerð, og vil ikki siga meira. Sambært grønlendsku avísini, Sermitsiaq, letur tað til, at Steffen Ulrich-Lynge er uppsagdur.
Steffen Ulrich-Lynge hevur haft høvuðsábyrgdina av verkætlanini, og fráfaringin hendir beint sum fyritøkan veksur við stórum fetum og meira enn tvífaldar talið av starvsfólkum.
Føroyski nevndarformaðurin, Jóhannus Egholm Hansen, hevur fingið lønarhækkan á 250.000 krónur
Í grønlendsku miðlunum hava atfinningar verið, tí nevndarsamsýningin hjá føroyska nevndarformanninum í Kalaallit Airports, Jóhannus Egholm Hansen, seinasta summar brádliga øktist frá 500.000 árliga til 750.000 krónur árliga.
Henda stóra lønarhækkanin á 250.000 krónur, samsvarar ikki við samsýningarpolitikkin hjá grønlendska Landsstýrinum fyri sjálvstýrdar- og eigandi fyritøkur, har nevndin verður lønt eftir triðmum stigum, ið eru tengd at umsetninginum hjá fyritøkuni.
Er umsetningurin hjá eini fyritøku hægri enn tríggjar milliardur krónur, útloysir tað, tað hægstu samsýningina, ið er á 500.000 krónur.
Jóhannus Egholm Hansen er í løtuni tann allar best lønti nevndarformaður av øllum sjálvseigandi fyritøkunum í Grønlandi við síni nevndarsamsýning á 750.000 krónur. Tann næst best lønti nevndarformaðurin í Grønlandi er, sambært Sermitsiaq, nevndarformaðurin í Royal Greenland, sum nú er tann einasti, ið fær eina samsýning á eina hálva millión krónur.
Deildarstjóri, Søren Hald Møller, grundgevur lønarhækkanina soleiðis fyri Sermitsiaq:
”Ein hækkan av samsýningini skal síggjast í sambandi við, at nevndarformaðurin ígjøgnum fíggingar- og byggingarskeiðið røkir eina stóra arbeiðsbyrðu, sum er størri, enn tað, tað vanliga verður væntað av einum nevndarformanni í einum partafelagi."