G! Festivalurin hevur í morgun kunngjørt eitt nýtt navn til skránna í summar. Sound of the Damned er grønlendskur tungmálmsbólkur, ið spælir deyðsmálm.
Festivalurin lýsir bólkin soleiðis:
Sound of the Damned er ein bólkur úr Grönlandi, sum spælir deyðsmálm. Og tað sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grönlendskum. Sigast má at hettar riggar avbera væl!
Bólkurin hevur vitjað í Föroyum áður, tá ið teir tóku upp plátuna "Atornerlunnanga". Hettar bleiv sjálvandi gjört í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas, kendur úr Hamferð.
Spennandi er at fylgja við, nú eitt nýtt ættarlið tekur við hjá bróðurtjóðini fyri norðan. Ungdómurin leitar aftur til upprunan, og hettar sæst millum annað, tá ið tey fáa sær siðbundnar tattoveringar í andlitið, og tey práta heldur enskt enn danskt, tá ið tey ferðast.
Vit gera klárt at lyfta hornini!