Grønlendska sjálvstýrið: - Verið heima á jólum

Tað verða næstan 1.000 nýggj koronusmittaði um dagin í Danmark. Tí mælir grønlendska sjálvstýrið frá, at fólk ferðast inn ella út úr Grønlandi í jólaferiuni

Sigurjón Einarsson
12. november 2020 kl. 19:00

Grønland er í einari viðkvæmari støðu, nú koronafarsóttin herjar kring heimin, tí stór frástøða er millum smærri bygdirnar og býirnar, ið hava avmarkaðar heilsuhentleikar á staðnum.

Sambært donsku heilsumyndugleikum kann sjálvt eitt lítið smittutal fáa stórar avleiðingar fyri heilsuviðurskiftini á staðnum.

Og júst av hesi orsøk, at halda trýstið á heilsuverkið so lágt sum møguligt, heldur grønlendska sjálvstýrið, at eingin eigur at ferðast inn ella út av landinum í jólaferiuni.

- Tess fleiri ferðast inn til landið, tess størri er vandin fyri smittu í Grønlandi. Tí mælir grønlendska sjálvstýrið øllum virkjum, myndugleikum og fólkum frá, at ferðast verður óneyðugt komandi tíðina. Hetta verður serliga galdandi, tá vit nærkast jólum, skrivar grønlendska sjálvstýrið á Facebook.

Tá ið ferðast verður til Grønlands, so skal ein fara í sóttarhaldi í fimm dagar eftir komu. Á fimta degi skal ein lata seg kanna aftur.

Flogforboð í tríggjar mánaðir

Danski flutningsráðharrin hevur sett eitt flogforboð í verk móti ferðafólkaflogførum fram til januar komandi ár. Air Greenland er tó undantikið á rutuni millum Keypmannahavn og Nuuk og Kangerlussaq.

Í alt hava tað verið 18 koronasmittaði í Grønlandi. 17 eru blivin frísk aftur og eingin hevur verið innlagdur.

Kelda: knr.gl